Saman standa norðurlondini sterkari
06. Nov. 2016

Á myndini eru Doris Bjarkhamar, Almannaráðið, Ása Olsen, aðalskrivari í MBF og Tóra við Keldu, forkvinna í MBF. Myndin er tikin uttan fyri Nordens Hus í Keypmannahavn.

 

Mikudagin 2. november var fundur í norðurlendska ráðnum, sum er sett saman av fólki frá ymiskum økjum á brekøkinum, og er eitt sokallað sambindingarlið millum brekøkið og ministararáðið í Norðurlandaráðnum. Ráðið er ráðgevandi myndugleiki yvir fyri øllum geirum í norðurlendska ministararáðnum, og skal arbeiða við og vísa á viðkomandi evni, sum politiska skipanin eigur at arbeiða við.

 

Hvønn týdning hevur ES og ST fyri norðurlond sum heild, var ein av spurningunum, sum kjakast varð um. Semja var um, at tað hevur stóran týdning at síggja norðurlond sum eina eind og støðuna vit hava í Evropa, eins og støðuna norðurlond hava í heiminum sum heild. Serliga við tí í huga, at ES hevur gjørt eitt uppskot til, hvussu norðurlond kunnu arbeiða saman um atkomu í “EU-kommissionenes förslag till tillgänglighetsdirektiv och funktionshindersperspektiv i nordisk hållbarhetspolitik”.

 

Hóast bæði Norra, Ísland og Føroyar eru uttan fyri ES, so varð víst á, at tað hevur týdning, at vit eru við í arbeiðinum viðvíkjandi ES, tí tað sum hendir har, kemur eisini at ávirka okkum á ymiskan hátt. Við hesum er Norra komið við ynskinum um, at ráðið tekur upp evnið um “EU-kommissionens förslag till tillgänglighetsdirektiv”, sum hevur stóran týdning fyri brekøkið alt.

 

Uppskotið frá ES er at finna her.

 

Á fundinum vóru eisini fleiri gestarøðarar, sum tosaðu um aktuellar norðurlendskar verkætlanir, sum eru áhugaverdar og viðkomandi fyri brekøkið, m.a.:

 

- Mona Truelsen frá “Nordic Innovation”, har tey arbeiða ítøkiliga við at møta ymisku tørvunum, sum eru í samfelagnum í gerandisdegnum. Økið er sera fjølbroytt at arbeiða við, men sum Truelsen vísti á, so hevur brekøkið brúk fyri innovatión og nýhugsan, sum kann gera lívið betri, lættari og øðrvísi. Hon vísti til eina verkætlan, sum eisini kann síggjast á

www.realchallenge.info, um norðurlendska innovatión millum teir fimm stóru høvuðsstaðirnar í Norðurlondum. Hon tosaði um eina kapping, sum tey hava havt, har vinnandi bólkurin kom við einum nýggjum hugskoti um, hvussu ein góð og atkomulig brúsa kann virka.

 

- Undir heitinum “Studier, mobilitet och funktionshinder” tosaði Kjetil Knarlag frá “Universell”, sum liggur á universitetinum í Tróndheimi, um eina verkætlan, har tey skuldu: “Kartlegge systemer og erfaringer når det gjelder studenter med funktionsnedsettelse”, “Avdekke systematiske barrierer” og “Forstå felles nordiske tiltak.” Hann varpaði ljós á møguleikar og avbjóðingar hjá lesandi við ymiskum tørvi. Serliga er tað ynskiligt, at tey lesandi hava somu møguleikar og treytir í øllum norðurlondum. Trupulleikin er, at tað eru fáar fyrimyndir, og tí ikki fleiri at samanbera seg við. Av tí sama manglar vitan um hetta øki. Meira kann lesast um evnið her.

 

- Svenska frágreiðingin frá “Boverket” er verkætlanin “Harmonisering”, har arbeitt verður við at flætta saman byggireglar um atkomu frá øllum Norðurlondunum. Ewa Krynicka-Storskog, sum arbeiðir sum arkitektur í Boverket, tosaði um eina verkætlan, sum varð liðug í vár, sum spurdi, hvussu byggireglar í Norðurlondum kunnu flættast saman, so lættari verður at vera borgari og veitari, tá viðurskiftini eru eins í londunum. Støðið varð tikið í universellum designi. Neyðugt er her, segði hon, at londini ítøkiliga tosa saman um, hvat tað er, vit vilja, og hvat vit skulu samstarva um. Frágreiðingin frá Boverket kann lesast her.

 

Hóast tey frá Boverket avmarkaðu seg nógv, t.v.s. gjørdu tað so einfalt, sum gjørligt fyri at fáa flættað byggireglarnar saman, so vísti tað seg, at uppgávan var ov stór, og tað kom ikki nóg nógv burturúr. Tó var niðurstøðan, at tað eigur at verða arbeitt víðari við hesum, so fólk við avbjóðingum fáa somu umhvørvi í øllum norðurlendskum londum. Tað, sum skal til er, at politiska skipanin tekur avgerðir og veitir pening til gransking.

 

Hetta var bert ein partur av tí, sum kom fram á fundinum, men saman um tikið kann sigast, at tað var áhugavert at hoyra, at á norðurlendska pallinum hendir nógv spennandi, og tí hevur samstarvið stóran týdning – eisini fyri MBF og Føroyar sum heild. 

Sí allar tíðindagreinar