Gerið kommunurnar atkomuligar
14. Nov. 2016

Kommunuvalið 2016 er nú farið aftur um, og nú taka nýggju bý- og bygdaráðini við spenningi við ábyrgd. Ein av greiðu avbjóðingunum hjá teimum 29 føroysku kommununum í dag er at gera almennu bygningarnar í kommununum atkomuligar fyri øll.

 

Atkoma er so nógv

Atkoma hevur alstóran týdning, og er treytin hjá borgarum fyri at vera við á ymisku samfelagsligu økjunum. Her hava kommunurnar eina stóra ábyrgd.

 

Til hugtakið atkoma hoyrir m.a. útbúgving, atkoma til alt slag av samskifti, upplýsingar, tíðindi og sendingar í KVF og tøkni. Hesi krøv til atkomu eru enn ikki ásett við lóg ella í kunngerð.

 

Tá ið tosað verður um likamliga atkomu, so fevnir hugtakið um vegir, friðað øki, bussar, arbeiðspláss sjúkrahús, læknamiðstøðir, skúlar og víðari matstovur, gistingarhús, handlar og aðrir bygningar, sum eru opnir fyri øllum. Tá verður tosað um hurðavíddir, skráar, lyftur, gáttir, rúmlig vesi og annars tað, sum kann gera tað møguligt hjá øllum føroyingum at vera við.

 

Hesi atkomuviðurskiftir í og við bygningar verða í dag skipað í kunngerð nr. 13 frá 10. februar 2012. Álvarsemi í hesum er, at her eru kommunurnar byggivaldið og tískil góðkennandi byggimyndugleiki og skulu hava eftirlit við, at bygt verður eftir góðkendum byggiloyvi og galdandi reglum.

 

Hetta er sjálvandi bert galdandi fyri nýggjar almennar bygningar. Tó eiga kommunurnar at taka hetta við, tá ið t.d. arbeitt verður við umbygging av gomlum bygningum, sum skulu vera opnir fyri øllum. Her kann nevnast, tá ið gomul hús verða umbygd til matstovur.

 

Virðið allar borgarar í kommununi eins

Treytin fyri góðsku í gerandisdegnum er, at umhvørvi gevur møguleika at vera virkin og at vera partur av gerandislívinum, har tey flestu eru. Loysnirnar eiga ikki at varða nakrar fáa dagar, sum t.d. tá ið val ella okkurt serstakt er á vási, men heldur vera haldgóðar loysnir, ið halda í mong ár.

 

Nú nýggju bý- og bygdaráðini við spenningi taka við ábyrgd, vil MBF ynskja tykkum hjartaliga tillukku og peika á, at her er nakað, sum tit, valdu bý- og bygdaráðslimir, eiga at taka til tykkara. Virðið allar borgarar eins og gerið umstøðurnar so, at øll kunnu vera við – inni sum úti.

 

Tóra við Keldu, forkvinna í MBF

Sí allar tíðindagreinar