Raðfesta at teksta føroyskar sendingar
01. Dec. 2016

Í Sosialinum 30. november standa góð tíðindi at lesa í samband við, at Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið nú gera nýggjan Public Service sáttmála, har dentur m.a. verður lagdur á at teksta føroyskar sendingar til gagns fyri fólk, ið hava hoyribrek.

 

Í fleiri ár hevur MBF arbeitt við at gera hetta til veruleika, eins og ST navndin í viðmerkingunum til Føroya landsstýrið vísir á tørvin, so allir føroyingar verða javnsettir og kunnu fylgja við í tí, sum sent verður.

 

Spannandi verður nú at fylgja við í orðaskiftinum á Føroya løgtingi í komandi viku. Okkara vón er, at tekstaðar føroyskar sendingar umsíðir gerast veruleiki!

Sí allar tíðindagreinar