Væleydnaður brekdagur
03. Dec. 2016

Í dag, 3. desember, varð altjóða brekdagur hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum. Í ár er evnið “17 mál at fremja fyri framtíðina vit ynskja okkum”. Hesi 17 málini byggja á meginregluna um, at eingin skal verða gloymdur ella liggja eftir. Málini snúgva seg um alt frá at basa fátækradømi, hava javnrættindi og um at fáa somu møguleikar til útbúgving, sum onnur. ST boðar frá, at arbeitt verður fram móti hesum málum til 2030, tá vit skulu hava ein meira fevnandi og rættvísan heim fyri fólk, ið bera brek. 

 

Í ár verður eisini mett um, hvar vit eru stødd í mun til ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek og í viðurskiftunum viðvíkjandi burðardyggari menning. Harvið verður eisini grundarlag lagt fyri framtíðina, sum í størri mun skal fevna fólki, ið bera brek.

 

Sameindu tjóðir hevur síðani í 1992 árliga hátíðarhildið altjóða brekdag 3. desember kring allan heim.

 

Í dag høvdu fleiri leitað sær í Norðurlandahúsið at hátíðarhalda dagin, sum Almannamálaráðið, Ráðið fyri brekað og MBF saman skipaðu fyri.

 

Fleiri myndir frá degnum her. 

 

Byrjað varð kl. 12.00, tá ið Dugni borðreiddi við ókeypis kaffi, køkum og frukt.

 

Kl. 13.00 bjóaði Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað, vælkomin og gav Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnuni í almannamálum, orðið, sum setti sjálvan brekdagin við nøkrum vælvaldum, viðkomandi orðum um dagin og eisini ætlanir innan brekøkið komandi árini.

 

Undir heitinum “Ver virkin!” tosaði Magni Mohr, lektari í heilsuvísindum, um týdningin av at vera virkin og vísti á gransking inna økið. Tróndur Ravnsfjall, ítróttaráðgevi hjá ÍSB, tosaði um arbeiðið ÍSB ger, og hvørji tilboð eru til tey, ið ynskja at íðka ymiskan ítrótt.

 

Fyri steðgin spældu Eyðun Ásason, Guðrun Sólju og Janus Kampmann trý løg, sum vóru serstakliga væl framborin. 

 

Eftir steðgin var pallurin givin Kristu Mørkøre, luttakari á Paralympisku leikunum 2016, og Signu Vár Dávadóttir Joensen, luttakari á Special Olympics 2015. Tær søgdu frá virkna lívi teirra, og hvønn týdning tað hevur fyri tær at vera partur av ymiskum virksemi í gerandisdegnum.

 

Kl. 15.00 takkaði Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, fyri dagin. Ein góður og væleydnaður brekdagur, og vilja vit takka øllum, sum gjørdu dagin møguligan.

Sí allar tíðindagreinar