Góðu klaksvíkingar, norðoyingar og norðoyastevnugestir!
04. May. 2014

Vit standa mitt úti í víða Atlantshavinum, væl avbyrgd av fleiri hundrað fjórðingum av villum havi í allar ættir, og á okkara 18 oyggjum hava vit allar orsøkir til, og møguleikar, at skapa eitt serstakt og egið samfelag. Oyggjarnar vóru í øldir manntómar, men við tíðini vóru nøkur, sum gjørdust góð við oyggjarnar og kallaðu tær Føroyar.

 

Nøkur av okkum gjørdust góð við júst hetta staðið, Klaksvík. Umgird av høgum fjøllum í tríggjar ættir, meðan ein liggur opin til havs, hevur hon eisini verið krubba hjá fleiri av fremstu listar-, ítróttar- og vinnulívsfólki. Her vit standa, mítt í býnum, í Vágstúni, er ikki leingi, til eygað festir seg við ymiskt, sum er ímynd av teimum, sum hava virkað, og sum í dag eru virkin her – mongu virkini, handlarnir, bátar og skip, listin, kirkja og samkomur, ítrótturin, skúlar, matstovur, kafeir, hotel og tað, sum ein spennandi býur eigur at hava.

 

Vit eru øll ymisk og onkuntíð eisini ósamd. Í dag standa vit tó øll saman, samd ella ósamd, her standa børn, ung, manndómurin og aldurdómurin. Vit umboða øll okkara upphav, og hóast ymisk og einstaklingar, eru vit øll grundleggjandi eins. Okkum tørva øll at vera viðurkend fyri tey, vit eru, og fáa møguleika at liva eitt virkið lív.

 

Vinnulív og mentan

Komandi ár, í 2015, eru tað 100 ár síðani Kjølbro lat handil upp í Klaksvík, og setti hetta ferð á serstaka vinnuliga framburðin í Klaksvík, sum ikki bara kom at hava stóran týdning fyri hetta øki, men fyri allar Føroyar. Í árunum eftir 1. heimsbardaga og fram til 60ini mentist miðalstóra bygdin í Norðuroyggjum til størstu fiskivinnuhavn í landinum. Áhugavert er eisini at nevna, at sama ár, kom Norðlýsið út á fyrsta sinni.

 

Møguliga er avbjóðingin í einum fiskivinnuhøvuðsstaði at fáa bæði vinnu og mentan at mennast saman. Søguna um, tá ið Karsten Hoydal var og vitjaði listamálaran Sámal Joensen Mikines, ið var innlagdur á Klaksvíkar sjúkrahúsi, hoyrdi eg ein dagin frá Karin Kjølbro. Karsten var tá stjóri á Klakksvíkar Hermetikk. Mikines spurdi Hoydal: "Hvussu gongst við skaldskapinum?" Karsten svaraði, at tað kom ov lítið burturúr. Mikines skuldi tá svara aftur: "Nei, kulturur trívist ikki í toski." Hugsi, at Karsten møguliga hevur kent seg, við sínum serstøku skaldargávum, eitt sindur einsligan her í býnum. Men um spurningurin varð settur í dag, hevði svarið vissuliga verið eitt annað.

 

Kenna søguna

Um vit skulu kenna okkum sjálvi, mugu vit eisini kenna søguna. Søgan liggur í teimum, sum undan eru farin. Tey, sum hava livað og virkað her, myndað býarlívið og nøkur teirra ítøkiliga lagt rúgvismikið tilfar eftir seg, sum vit í dag kunnu síggja stórt í. Elinborg Lutzen, Paulina Joensen, systkinabarn hennara Fridtjof Joensen, Frida Zachariassen, Robert Joensen og Símun Hansen fyri at taka nøkur úr rúgvuni.

 

Var eisini til hugnaliga konsert um listamannin Jógvan Waagstein, sum Tónlistaskúlin skipaði fyri. Livandi tónarnir og listin gjørdu kvøldið serstakt. Millum mong onnur løg, sum Waagstein eigur, er: “Hann rann sær kátur upp um heyg” til yrkingina hjá Hans Andriasi Djurhuus, har lítli pilturin kennir ábyrgd og gerst glaður um hjarta at gera mun: “Og drongur heim úr haga gekk. “Væl gangist tær,” í løn hann fekk. Hann gjørdist glaður leingi.”

 

Framtíðin -  børn og ung

Hesin pilturin kann vera ímyndin av teimum, sum í dag eru børn og ung. Vónin og framtíðin liggur í børnunum. Við røttum umstøðum vaksa tey seg sterk og gerast rættir skapandi álitis samfelagsborgarar. Avgerandi fyri fólkaskúlan í býnum í dag er, nú vit standa fyri grundleggjandi bygnaðarbroytingum, at vit standa saman um nýggju avbjóðingarnar. Her skal eitt miðvíst og nágreiniligt arbeiði, frá Klaksvíkar kommunu, leiðslum, lærarum og foreldrum, leggjast í fyri at fáa størsta fólkaskúlan í landinum at virka. Tí við børnunum fremst í huga byggja vit land og gera tey før fyri at bjóða nútíðini og framtíðini av. Hetta er grundarlagið fyri framtíðarmenning.

 

Fyrimyndirnar hjá børnum og ungum eru nýskapandi og spennandi. Edward Fuglø hevur avdúkað listaverkið The Seagull Has Landed í Skúlanum við Ósánna, sum vísir dansandi føroyingar á mánanum. At droyma stórt og at hava visiónir er neyðugar, tí hesi fara vónandi í framtíðini at merkjast í býnum. Tí í Klaksvík merkist veruliga, at einstaklingurin hevur týdning. Uttan hugfarslig fólk so var eingin Norðoyastevna, Summarfestivalur, Sjómannadagur ella Torradagar – ella Summargleði, sum á fyrsta sinni verður nú í juni.

 

Serstøk tjóð

Klaksvík er partur av serstakari tjóð við egnum máli og merki, ríkari mentan og fjølbroyttum siðvenjum. Vit eru skjót at halda, at einki er so vakurt sum Føroyar - ella fyri okkum Klaksvík. Ofta fyrst klaksvíkingur síðani føroyingur. Vit kenna okkum eiga oyggjarnar og býin, og ognarkenslan er verulig.

 

Tó ger veruleikin á onkran hátt føroyingin tvíbýttan. Vit eru tjóð í tjóðini. Vit kunnu t.d. velja, um vit hava grønt ella reytt pass. Merkið veittrar á Mount Everest, men MBF má lata ST skuggafrágreiðing um føroysk viðurskifti inn saman við dønum. Onkuntíð eru vit partur av ES, onkuntíð avgjørt uttanfyri. Hugvekjandi er eisini at hoyra føroyingin siga, at føroyskt er ov torført, og mong siga enntá, nógv ímillum danskt er lættari.

 

Hesi dømi fari eg at knýta at míni egni søgu. Tí eins og nevndu dømini gera okkum tvíbýtt, er eisini nevnivert, at tá ið ítróttafólk við breki luttaka í Paraolympisku leikunum, er tað undir Merkinum, og tá ið ítróttafólk, uttan brek, luttaka í olympisku leikunum, sum Pál Joensen hevur gjørt so meistaraliga, verður Merkið sett til viks. Í vikuni veittraði Arni Vatnhamar Merkið á heimsins hægsta tindi, men Pál er noyddur at svimja undir

Dannebrog.

 

Hesi dømi eiga at minna okkum á, at vit ongantíð spyrja okkum sjálvi nóg ofta: Hvørji eru vit? Hvat samfelag vilja vit hava? Og ongantíð mugu vit undirmeta, at tað eru vit, sum eru føroyingar, klaksvíkingar og norðoyingar, sum eiga at avgera hetta. Serstaka avbjóðingin í at vera tvíbýttur, er skynsemi at síggja týdning í at kenna okkum sjálvi, fyri ikki at hvørva í stóru myndini, men hvíla í okkum sjálvum.

 

Eiga at gerast ein sterk eind

Um vit víðari tosa tvíbýtt, býta vit okkum føroyingar ofta í aðrar tveir bólkar – í øðrum fólk við breki og í hinum tey sokallaðu “normalu”. Ikki kenni eg orsøkina, men kann bara vóna, at vit á hesum øki halda fram við at flyta okkum, so hesir bólkarnir smelta saman og gerast ein sterk eind.

 

Sum forkvinna í MBF fari eg, nú eg havi møguleikan, at koma við einum hjartans ynski og hugskoti til myndugleikarnar á staðnum at gera Klaksvík til eitt fyridømi við atkomumøguleikum fyri øll. Hetta er atkoma í víðastu merking: í skúla, útbúgving, arbeiði, frítíðarlívi, mentanarlívi, samkomulívi og til allar tær tænastur, sum eru ein sjálvfylgja hjá fólki við vanligum førleika. At gera Klaksvík til ein bý, har øll hava somu møguleikar uttan mun til førleika.

 

Nú eiga vit løtuna

Í dag, her í Vágstúni, mitt í víða Atlantshavinum, eiga vit løtuna. Tað er nú, at vit kunnu avgera, hvørji vit vilja verða, og hvørjar umstøður vit vilja bjóða hvør øðrum. Vit hava allar orsøkir til, og møguleikar, at skapa eitt serstakt og egið samfelag við íbúgvum, sum hava valt at búgva her.

 

Góðu klaksvíkingar, norðoyingar og norðoyastevnugestir! Her er spennandi at vera, og her er mennandi at búgva. Á Norðoyastevnu hittast familjur og vinir til eina vælskipaða skrá fyri dagarnar.

 

Fari at ynskja øllum eina framhaldandi góða Norðoyastevnu og stóra takk til fyrireikarar og tykkum øll, sum í gerandisdegnum leggja orku í ítrótt, tónleik, list, skúlaskap og takk fyri álitið at vera biðin at røða her!

 

Takk fyri!