Setanarrøða 3. desember: Vit eiga at seta eina kós fyri almennu Føroyar
05. Dec. 2016

Setanarrøða til hátíðarhald á altjóða brekdegnum, tann 3. desember 2016:

 

Góðan dag øll somul

 

Eg fari at bjóða tykkum øllum at vera vælkomin í Norðurlandahúsið at hátíðarhalda altjóða brekdagin, har sjóneykan er sett á at “vera virkin”.

 

Sum landsstýriskvinna í almannamálum, frøðir tað meg almikið at vera við til eitt tiltak av hesum slagi. At vera við til at varpa á viðurskifti hjá fólki, ið bera brek, og ikki minst at hoyra elitu-ítróttarfólkini Kristu Mørkøre og Signu Vár Dávadóttir Joensen, sum so flott hava umboðað okkara tjóð á ávikavist Paraolympisku leikunum og Specialolympics.

 

Skráin fyri dagin er fjølbroytt við bæði framløgum og livandi tónleiki. Spennandi verður eisini at hoyra Magna Mohr greiða frá týdninginum at vera virkin og at hoyra Trónd Ravnsfjall siga frá arbeiðinum, sum Ítróttarsambandið fyri fólk, ið bera brek, ger.

 

*

Hóast tað at vera virkin hevur hug til at leiða okkara tankar inn í ítróttarheimin, er tað at vera virkin so nógv meira og annað enn kappingar. Í vikuni greiddi Tóra við Keldu í morgunsending hjá Kringvarpinum frá, at dagurin í dag byggir á eina inkluderandi hugsan, har eingin skal verða gloymdur ella liggja eftir. At vit eru virkin er ein fortreyt fyri, at vit trívast, tí skulu vit øll kunnu verða virkin sum menniskju og hava nakað at fara upp til hvønn dag.

 

*

Tað er av stórum týdningi, at vit innrætta samfelagið út frá eini inkluderandi hugsan og, at vit síggja førleikarnar hjá fólki, sum bera brek, heldur enn forðingarnar. Men vit kunnu ikki, og ynskja heldur ikki, at seta upp hugmyndir av, hvussu hvør einstakur borgari skal liva sítt lív. Samfelagið hevur skyldu til at skapa fortreytir fyri, at hvør einstakur kann gagnnýta sínar førleikar og at vera virkin á sín egna hátt.

 

*

Vit kunnu fegnast yvir, at vit alsamt flyta okkum fram á leið. Eitt orðatak sigur: “Fram kemur tann, ið hóvliga fer”. Kanska ferðin ikki er so høg, sum vit kundu hugsað okkum.

 

Í løtuni verður síðsta hond løgd á arbeiðið at orða ein tænastupolitikk, sum skal seta kós fyri, hvussu tænastur til borgarar, ið bera brek skulu skipast framyvir.

 

Tænastupolitikkurin verður eisini grundarlagið undir nýggju tænastulógini, ið skal avloysa verandi forsorgarlóg.

 

Ætlanin er, at tænastupolitikkurin verður handaður fyrst í komandi ári og síðani verður farið undir lóggávuarbeiðið.

 

Eg eri spent at síggja, hvørji tilmæli arbeiðsbólkurin hevur, og eg ivist ikki í, at við tænastupolitikkinum fáa vit eitt sterkt grundarlag til at arbeiða víðarivið tænastulógini og flyta okkum enn longur fram á leið.

 

Persónliga eri eg glað fyri, at umboð fyri tykkum, ið skulu fáa gagn av politikkinum, eru við í arbeiðinum. Tað eru serliga tit, sum brúka tænasturnar, sum kunnu vísa á, hvar vit kunnu gerast betur.

 

*

Vit eiga at seta eina kós fyri almennu Føroyar, har vit seta okkum nøkur ítøkilig mál fyri, hvussu vit fáa Breksáttmálan at virka á øllum økjum. Tí fari eg fyrst í komandi ári undir arbeiðið at gera eina brekpolitiska virkisætlan.

 

At gera eina brekpolitiska virkisætlan fyri Føroyar krevur undirtøku og luttøku frá øllum viðkomandi myndugleikum.

 

Almannamálaráðið hevur fingið leiklutin at samskipa íverksetanina av Breksáttmálanum og fer at skipa eitt formligt samstarv millum aðalráðini, ið hevur til endamáls at tryggja, at allur sáttmálin verður settur í verk, og ikki bert partar av sáttmálanum.

 

Farið verður somuleiðis undir at umskipa Ráðið fyri Brekað, soleiðis, at ráðið fær eina breiðari samanseting og skal ráðgeva øllum landsstýrinum.

 

*

Tá politikkir verða gjørdir skulu hesir gerast í samráð við tey, ið verða fevnd av politikkinum.

 

Nýggja sloganið er: “Nothing about us without us” ella á føroyskum; “Einki um meg uttan meg”

 

Hetta er eisini nakað, sum vit í politisku skipanini skulu blíva betur til. Eg meti, at vit sum heild skulu gerast betur, at taka fólk, ið bera brek við uppá ráð, og so tíðliga í tilgongdini sum tilber.

 

Við tænastupolitikkinum og eini komandi brekpolitiskari virkisætlan hava vit nágreinað settu kósina enn meira. Men uttan mun til hvørja skipan vit hava, ella hvørja kós vit seta, so er umráðandi at tryggja neyðugt samanspæl millum nógvu aktørarnar - myndugleikar, feløg og einstaklingar. Ketan verður ongantíð sterkari enn tað veikasta liðið.

 

*

Eg ynski at nýta hetta høvi at takka tykkum, sum áhaldandi og við einum jaligum hugburði bæði yvir fyri politikarum, embætisverki og almenningi varpa ljós á viðurskifti, ið kunnu betrast soleiðis, at okkara samfelag í enn størri mun kann rúma ymiskleikanum hjá okkum øllum.

 

Eisini vil eg takka øllum eldsálum, ið virka fyri, at skapa karmar fyri, at fólk, ið bera brek kunnu hava eitt innihaldsríkt og virkið lív, og ikki minst tykkum, sum í tí stilla gera eitt týdningarmikið arbeiði, sum kanska ikki er so sjónligt í almenna rúminum.

 

At enda fari eg at takka tykkum, sum hava fyriskipað henda dagin og ynskja tykkum og okkum øllum ein góðan altjóða brekdag.

 

Takk fyri!

Eyðgunn Samuelsen

landsstýrskvinna í almannamálum

Sí allar tíðindagreinar