Vælkomin á altjóða brekdag
05. Dec. 2016

Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri brekað:

 

Vælkomin – altjóða brekdagur 3. desember 2016
 

Eg skal vegna MBF, Almannamálaráðið og Ráðið fyri Brekað bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin, at hátíðarhalda altjóða brekdagin í dag.

 

Ver virkin – soleiðis hava vit navngivið hetta tiltak.

 

“Eg eri nokkso væl fyri, í mun til tann nýggja drongin, som kemur í okkara flokk” - segði ein 14 ára gamal drongur við meg, sum gongur í einum flokki við næmingum, sum hava autismu.

 

Hann greiddi víðari frá sínum dreymum um at spæla sjónleik, læra seg at tosa perfekt enskt og at spæla tónleik. Hann var livandi og hevði ætlanir. Ætlanir, sum nokk skulu vera viðvirkandi til, at hann kann fáa eitt virki lív.

 

Tað er so, at fyri at kunna fáa eitt virki lív, skal tað vera pláss fyri tær, tú skalt vera viðurkend og góðtikin.

 

Tí, venda vit aftur til drongin, so krevur tað at spæla sjónleik, at tú ert saman við øðrum, onkur skal gera ljós, onkur skal gera kostymur, onkur skal gera pall osfr. Skalt tú spæla tónleik, skal helst onkur vera at læra teg og onkur vera at lurta osfr. Øll hesi, sum eg her nevni “onkur” skulu geva pláss, skulu viðurkenna og góðkenna, at tað eru persónar, sum hava skerdan førleika, men hava rætt til eitt eins virki og gott lív, sum onnur.

 

Tað er ein fortreyt, at tey, sum ikki bera brek, góðkenna og viðurkenna øll, eins og tað øvugta sjálvandi eisini er galdandi.

 

Vit kunnu uttan at blunka staðfesta, at tað er ikki altíð tilfeldi, at hesar treytirnar eru til staðar. Og tað er júst tað vit skulu arbeiða fyri og varpa ljós á ein tílíkan dag sum í dag. Tað er so øgiliga lætt at siga, at pláss skal vera fyri øllum. Men fyri at tað skal lata seg gera í gerandisdegnum, eru nógv fólk, sum skulu handla – og handla soleiðis, at tað ber til, at øll vera virkin, eisini sjónleikarin og tónleikarin.

 

Vit hava eina sera fjølbroytta og spennandi skrá framman fyri okkum. Eg gleði meg til at hoyra hvat landsstýriskvinnan hevur at greiða frá, hvat Magni og Tróndur fara at fortelja, at hoyra góðan tónleik og ikki minst at hoyra frá okkara olympiadu luttakarum.

 

Enn einaferð hjartaliga vælkomin.

Barbara á Tjaldrafløtti 

Sí allar tíðindagreinar