Borgarin takast uppá ráð
31. Jan. 2017

Á heimsíðuni hjá Almannaráðnum stendur at lesa, at tænastur til borgarar, ið bera brek, eru ein av grundarsteinunum í føroysku vælferðarskipanini. Tí hevur tað alstóran týdning, at ein tænastupolitikkur og komandi tænastulóg hava breiða undirtøku bæði í politisku skipanini og frá borgarum, fakfólki, fakfeløgum og stovnum.

 

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, gjørdi tí av, at arbeiðsbólkurin, sum undanfarna landsstýriskvinnan setti í apríl 2015, skuldi halda áfram við arbeiðinum. Arbeiðsbólkurin umboðar ein breiðan skara av fakfólki og feløgum, sum saman hava orðað eitt tilmæli um ein tænastupolitikk.

 

Les tilmælið “Borgarin takast uppá ráð” her.

 

Arbeiðið er nú at enda komið, og verður lagt fyri Løgtingið til aðalorðaskifti í hesi tingsetuni. Tænastupolitikkurin verður grundarlag undir tænastulógini, sum ætlandi verður løgd fyri Løgtingið komandi vár.

 

Við í arbeiðsbólkinum vóru:

Ása Olsen, MBF
Sigrun Wardum, Javni 
Súsanna Olsen, Sinnisbati
Turid Jacobsen, Ergoterapeutfelag Føroya

Jórun Petersen, Fysioterapeutfelag Føroya
Marjun Petersen, Jógvan Philbrow, Katrin Haraldsen, Føroya Pedagogfelag
Óluva í Gong, Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar

Ása Holm, Heilsuhjálparafelag Føroya
Majbritt Mohr, Heilsurøktarafelagið
Johan Lamhauge, Kommunufelagið

Elin Debes, Rannvá Unadóttir Vestureið, Barbara Berg, Almannaverkið

Doris Bjarkhamar og Heini Petersen, Almannamálaráðið

Sí allar tíðindagreinar