"Ber orðið brek?" Uppleggið hjá Marnu K. Jacobsen
17. Feb. 2017

Marnu K. Jacobsen sum sat við pallborðið á Bókasavninum við Løkin,er limur í Málráðnum.

 

Tá eg var barn, vóru fólk við skerdum førleika ella menningartarni lammað, býtt og í allar ringasta føri svøk. Har var ongin millumvegur, tú setti teg als ikki inn í viðurskiftini hjá teimum, í ringasta føri vóru tey illa happað, tí tú hevði ikki virðing fyri teimum, tú skilti tey als ikki.

 

Síðan er so ómetaliga nógv broytt til tað betra.

 

Mín greiða fatan er, at málið er eitt eyðkenni ella tekin um, hvussu viðurskiftini í einum samfelag eru, og hvønn hugburð vit hava til ymiskt.

 

Okkara hugburður mótvegis fólki við rørslu- og menningartarni er eisini í stóran mun grundaður á okkara fatan av javnbjóðis rættindum, av demokrati, og hvat vit halda er minstamark fyri eitt virðiligt lív. Er demokratiið galdandi fyri øll ella fyrst og fremst fyri ein part av fólkinum?

 

Tá ið føroyingar fyrr vóru sendir av landinum á stovnar í Danmark, var menniskjafatanin á sera lágum støði. Fólk við tarni av einum hvørjum slagi vórðu ikki hildin at hava krav upp á bara eitt minstamark av tí viðgerð, sum tú annars gavst fólki við ongum tarni. Í stuttum kann sigast, at tú vart hildin at vera sjúk, og tí skuldi havast í varðveitslu burtur frá øðrum fólki.

 

Mítt tilvit fór at batna, tá Javni, felagið evnaveikum at bata, varð sett á stovn fyrst í sjeytiárunum. Hetta var samstundis, sum menniskjafatanin spakuliga fór at broytast. Vit vóru farin at tosa um tolsemi og javnbjóðis rættindi. Kvinnur, afroamerikanarar, indiánska upprunafólkið, vit skrottaðu autoritetarnar, sum høvdu sagt okkum, hvussu vit skuldu liva, vit vildu sleppa burtur úr boksunum og trongum fjøtri. Vit fóru at leggja dent á menniskjað sum eina heild og ikki á eitt einstakt fyribrigdi við menniskjanum, hetta banaði vegin fyri at síggja eitt menniskja ikki bara sum evnaveikt ella menningartarnað ella brekað, men sum eitt menniskja við hesum serliga eginleikanum umframt so mangt annað. Alt menniskjað.

 

Samstundis sum tilvit okkara um menniskjarættindi vaks, so vildu vit eisini lúka burtur tey keðiligu heitini, sum í stóran mun vóru grundað á fávitsku. Hetta er tó ikki heilt nýtt fyribrigdi, eg veit at longu í 1832 var orðaskiftið um heitið dårekiste í Danmark, av tí at hildið var at tað tyktist at vera særandi fyri kendslurnar hjá fólki. Navnið, ið kom aftaná, var galehus.

 

Trupulleikin er, at heitini samstundis vórðu tikin upp í vanliga málinum sum ókvæmisorð, og tað helst tí at hjátýdningurin ikki er neutralur, men sigur nakað subjektivt um persónin. Brek verður í føroysku orðabókini lýst sum eitt, ið er ófullkomið, eitt lýti, ein løstur, ein veikleiki, ein bági, ein forðan og eitt hindur. Hetta eru negativt lødd orð, sum lata upp fyri møguleikanum at brúka tey sum ókvæmisorð, helst tí at vit øll stremba eftir tí perfekta.

 

Eg haldi, at tað hevur sera stóran týdning, at vit ikki bara lata málið sigla sín egna sjógv, tí málið er so stórur partur av okkum og sigur nakað um, hvørji vit eru. Okkara samleiki liggur fyri ein stóran part í málinum.

 

Tað, sum hevur størst týdning, er, at nýggj heiti verða uppfylgd av átøkum og betringum innan í hesum føri viðurskiftunum hjá menningar- og rørslutarnaðum, bara soleiðis ber til at fáa boðskapin um viðurkenning at festa røtur í fólki.

 

Tað hevur eisini týdning at vera sjónlig, tað hevur týdning at vísa á fyrimyndir. Her havi eg hug at nevna Isabella Springmuhl úr Guatamala, sum hevur Down syndrom, og sum seinasta ár var við í London Fashion Week við sínum egnu sniðgivnu klæðum, ella TV Glad, sum er einasta kringvarp í verðini fyri menningartarnað, alt nakað, sum gevur normalitetshugtakinum eina uppibornað avbjóðing. Hetta prógvar, at vit eru øll ymisk uttan mun til kromosomtal. Antin eru vit øll normal, ella er ongin av okkum normal.

 

Eitt annað, sum eg havi hug at vísa á, sum vit ikki gera nógv av her hjá okkum, er at brúka skemt sum amboð í staðin fyri at sóknast eftir samkenslu. Í Danmark verður hetta nógv brúkt. Fólk við vøddasvinni hava kallað seg vøddasvindlarar. Grasrótarrørslan, sum kanska kann samanberast við okkara Sinnisbata, eitur á donskum Galebevægelsen, og tá ið Landsforeningen for Væksthæmmede skipaði fyri navnakapping til blað sítt í 2007, gjørdist heitið á blaðnum Kort og godt.

 

Stutt og greitt!

 

Væl veit eg, at tað ikki ber til hjá einum meginfelag at brúka tílík nøvn, men eg haldi at tað er at umhugsa, at provokerandi skemt kann hava nógv størri árin á fávitskuna og fordómar enn at appellera til góðsemi.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Sí allar tíðindagreinar