"Ber orðið brek?" Upplegg, ið Jonnhild Reynholdsdóttir tosaði út frá
18. Feb. 2017

Jonnhild Reynholdsdóttir, sum sat við pallborðið á Bókasavninum við Løkin, er forkvinna á Sosialu nevnd í Runavíkar kommunu:

 

Ber orðið brek?

 

"Meginfelag teirra brekaðu" varð sett á stovn í 1981. Í tí sambandi vórðu faldarar og klisturmerkir at síggja runt um í Føroyum. Sjálv var eg 12-13 ár tá og tað at samla klisturmerkir var í hæddini. Hetta átak hevði stóra ávirkan á meg. Minnist so væl tað hvíta og grøna klisturmerkið, við svørtum og appilsingulum bókstavum - Hvør ber ikki brek? MINST TÍ TIL TANN BREKAÐA - og ikki bara í 1981.


Ber orðið brek? Ein viðkomandi spurningur! 

Fara vit í orðabøkurnar at greina týdningin, síggja vit orð sum eitt nú ófullkomið, løstur og veikleiki, um orðið "brek". Orðið "brekað" greinast sum: mein, bila, baga o.s.fr.... og orðið "brekaður" sum: ófullførur, sjúkur, sálarliga og kropsliga brekaður. Tað er stórur munur á orðunum og enn størri munur á týdninginum. Í mínum oyrum ger orðið "brekaður" ein nógv meira skroypiligan, vánaligan ella neyðarsligan, enn orðið "brekað", tá tú kanst bera eitt brek, uttan at vera skroypilig/ur, vánalig/ur ella neyðarslig/ur.


Orðið verður eisini brúkt í øðrum samanhangum. Tað er brek á vatnleiðingini, brek á telefon ella el-veiting, motorbrek o.l., og so er orðið alt alt ov lætt at missbrúka.

 

Sjálvt orðið "brek" er eitt stutt og fitt orð. Haldi at tað verður torført at "romantisera" orðið, men vit kunnu øll gerast betri til at nýta orðini, og forða fyri at tey vera missbrúkt.

 

Barnasálin er einkul. Eg kendi ongan sum bar brek, áðrenn 1981. Hevði ongantíð givið hesum gætur, hóast eg eri uppvaksin við einari ommu, ið var sjónveik inntil eg var um skúlaaldur, fyri síðani at gerðast 100% blind. Ongantíð hugsaðu vit, at henni bagdi nakað, tað var bara so. Hon var omma og tað var tað. 

 

Havi vinfólk, ið fingu son og bagdi honum nakað longu við føðingina. Hansara brek gjørdist sjónligari og sjónligari sum árini gingu. Ongantíð havi eg hoyrt nakran umtala fitta guðsonin sum "brekaður", hóast hann bæði er menningarliga og likamliga tarnaður. 

 

MBF, tey ið bera brek, teirra avvarðandi, øll sum annars vara av og virka innan øki, hava tørv á einum felagsnevnara. Kanska skulu vit uppfinna eitt nýtt føroyskt orð, eitt orð sum fevnir tað tað skal fevna og ikki kann missbrúkast?

 

Havi tíanverri einki skilagott svar, men tað verður spennandi at hoyra niðurstøðuna, eftir at kjakið er av.

Sí allar tíðindagreinar