"Ber orðið brek?" Uppleggið, ið Meinhard Jensen hevði við Løkin
22. Feb. 2017

Meinhard Jensen, sum sat við pallborðið á Bókasavninum við Løkin, er studentaskúlalærari:

 

Um orðið brek

 

Flestu orðini í føroyskum eru nær í slekt við orð í øðrum málum. Eta, æde og eat. Knívur, kniv, knife. Kaka, kage, cake. Etymologi er læran um, hvaðani orð stava, og hvussu tey broytast. Tað er søgan hjá orðum.

 

Summi orð, sum liggja mannalívinum serliga nær, broytast til tað lítið, og hesin slektskapurin sæst týðiliga aftur, sjálvt eftir fleiri túsund ár. Tað er sum við ættarbregði. Leggur tú teg eftir tí, so sært tú, hvussu fólk líkjast fólkinum, tey eru av.

 

“Kúgv” eitur “kuh” á týskum. “Ko” á donskum. “Cow” á enskum. Tað eitur *kwon á protogermanskum. Protogermanskt er eitt lutvíst endurgjørt mál, sum tey hava tosað í Evropa fyri eini 2500 árum síðan, sum síðani hevur ment seg til tað, sum í dag er týskt, enskt, danskt og føroyskt, eitt nú. Á protoindoevropeiskum hevur tað, halda tey, itið *gwou. (Stjørnan sigur, at tað kann ikki vitast fyri vist, men málfrøðingar hava samanborið orðið fyri kúgv á øllum málum, sum eru í slekt, og hava roknað seg fram til, hvussu tað hevur itið.) Vit síggja, at “k” í “kúgv” gongur aftur (sum k ella g), og “ú” gongur eisini aftur, sum “o” ella “u.”

 

Hesar broytingar eru vanligar, og í summum førum síggjast orð bæði í India og í Iran, sum líkjast føroyskum, hetta tí at tey hava sama uppruna. Protoinevropeiskt er eitt mál, sum man meinar, at tey hava tosað onkrastaðni í eystur Evropa fyri góðum 5000 árum síðan.

 

Málbroytingar henda alla tíðina. Orðið “borð” á føroyskum er sama orð sum “board” á enskum. “Board” er ein fjøl, men verður eisini brúkt sum “borð” á enskum, t.d. tá man tosar um eina nevnd, sum situr og fundast kring eitt borð. “Borð” kemur frá gomlum orði, sum merkir bjálki ella fjøl. Bjálkar og fjalar eru brúkt til alt møguligt, og vit hava bæði borð at sita við og bátsborð, eitt nú. Fyri okkum er orðið “borð” í dagligari talu ein vatnrøtt pláta á beinum, fyri tað mesta. Á enskum er orðið “board” tað, sum vit kalla fjøl. Tað, sum vit kalla borð, kalla tey “table.” Á fronskum eitur tað eisini “table,” men úttalast nakað øðrvísi. Hetta kemur úr latíni, har sum tað eitur “tavula.” Tað orðið hevur upprunaliga merkt pláta. Vit hava talvur loddrættar á vegginum, meðan “table” er vatnrætt. Kúgv man altíð hava sipað til kúnna, men vit síggja, at tað refererar eisini til gravkúgv, til dømis, og at tað, líka sum orðið “brek” stundum verður brúkt niðrandi um fólk.

 

Tað eru mong onnur dømi um hetta. Buksur itu brøkur fyrr, og har er orðið fyri brók nógv eldri. Tað løgna er, at orðið “brók” helst hevur sama uppruna sum orðið “brek.” Tað kann rekjast aftur til orðið “*bhreg” á protoindoevropeiskum. Orðið hevur upprunaliga merkt okkurt við brot ella bróta. Á protogermanskum hevur tað itið “*brekan.”

 

At eitt nýtt orð líkist einum gomlum orðið merkir ikki, at tað merkir tað sama. Orð broyta innihald og skap. Eingin veit fyri vist, hvat orðið fyri brøkur hevur merkt upprunaliga. Eingin veit heldur fyri vist, hvat orðið fyri brot hevur merkt. Kúgvin hevur altíð verið kúgv, men tað kann vera øðrvísi við meira abstraktum hugtøkum.

 

Hetta sigur ikki nógv um orðið brek, og hvat tað merkir í dag. Tað sigur bara, at orðið í sniði er gamalt, og at merkingin hevur hildið seg hampiliga intakta. “Break” á enskum, sum merkir steðgur umframt nógv annað, ber enn upp á merkingina at brotna. Vit hava eisini orðið “bráka.”

 

Trupulleikin við orðinum “brek” man vera, at tað verður brúkt niðrandi. “Ver ikki so brekaður,” er ein vanlig orðing. Onnur orð fyri skerdar førleikar, bæði likamligar og mentalar, eru og verða brúkt á sama hátt, og hetta man vera á flestu málum. Men tað merkir ikki, at orðið hevur fingið nýggja merking. Tað merkir bara, at tað hevur fingið eina merking aftrat. Kunnu vit liva við tí, so kunnu vit eisini liva við orðinum, sum tað stendur, men ein annar møguleiki er at siga, at nú er orðið so mikið slitið, at vit finna eitt nýtt. Flestu fólk hugsa ikki niðrandi um fólk, sum halta, t.d. Men sigur tú um eitt fólk, sum haltar, at tað er brekað, so er ilt at siga, hvørjar kenslur og tankar og myndir tað fær fram í fólki. Málfrøðingar brúka orðini denotatión og konnotatión. Denotatión er definitiónir av orðum. Hesi orð finnast í orðabókum, har sum tað er neyvt lýst, hvat tey merkja. Hevur eitt orð fleiri merkingar, so standa tær allar nevndar, sum hava verið kendar, tá orðabókin er gjørd. Men orð hava eisini konnotatiónir, og tað er alt tað, sum hongur uppi í orðinum í høvdinum á tí, sum hoyrir ella talar. Tak orðið “mamma.” Lýsingarnar av orðinum eru púra greiðar í orðabókunum, men fyri fólk flest hevur tað eisini við kenslur at gera, og tað merkir ikki tað sama fyri nakran.

 

Passar tað, at “brek” er hetta aldagamla orð, sum sæst aftur í protogermanskum og protoindoevropeiskum – tað hevur ikki borið til at fingið tað staðfest – so er tað næstan synd at taka tað av almenna pallinum. Men tað er fyrr sæð, at orð eru so mikið slitin, at neyðugt er at skifta tey út.

Sí allar tíðindagreinar