LUKKA er nú teknmálstulkað
22. Feb. 2017

LUKKA liggur nú úti á heimasíðu okkara sum talgild bók, ljóðbók og teknmálsulkað bók.

 

Trýst her og vitja teknmálstulkaðu LUKKA.

 

Tað var í sambandi við ráðstevnuna í mai 2016 "Lívið hevur litir", at MBF gav bókina LUKKA út.

 

Bókin lýsir við myndum og løttum teksti innihaldið í ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Bókin er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag, eins og bókin er ætlað øllum føroyingum.

 

MBF hevur í samstarvi við Almannamálaráðið givið bókina út á teknmáli.

Sí allar tíðindagreinar