"Ber orðið brek" Tankar frá Martini Johannessen við pallborðið á Klaksvíkar bókasavni
24. Feb. 2017

Ber orðið brek?

 

Eg eiti Martin Johannessen, eri 33 ára gamal og búgvi á Norðoyri. Eg arbeiði til dagligt í vardum starvi sum skrivstovumaður hjá Føroya Kommunufelag í Havn. Í frítíðini fáist eg við m.a. at spæla tónleik, og íðka eina ítróttargrein, ið kallast RaceRunning.

 

Eg havi eitt brek, ið kallast Cerebral Parese – betri kent undir heitinum spastikari – og tað merkir, at eg ikki eri fullførur í beinunum og eitt pikkalítið sindur í hondunum eisini.

 

Um tú spyrt meg, hvørja ávirkan mítt brek hevur havt á meg sum persón, og hvørja ávirkan orðið BREK havt havt á meg, so merkir hetta, sum sagt, at brekið fyri tað mesta situr í beinunum. Hetta merkir víðari, at eg ikki eri so øðiliga væl gongdur. Júst hetta hevur ført við sær, at eg, av tí at eg gekk løgið, var offur fyri nógvari happing serliga í barnaárinum og bleiv ofta settur uttanfyri, og eg hevði ikki nógvar vinir. Hetta nívdi meg øll barnaárini, og eisini hevur tað verið tilfeldið í mínum vaksna lívið viðhvørt.

 

Hetta leiðir meg til, hvørja ávirkan orðið brek hevur havt á meg. Hvat merkir orðið brek? Tað merkir m.a. feilur ella okkurt, sum ikki riggar. Hetta orðið hevur ofta havt negativa ávirkan á meg, meint soleiðis, at eg havi følt tað sum um, at fólk ofta hava sæð meg sum ein “feil” heldur enn at síggja persónin aftanfyri feilin.

 

Orsakað av, at man kanska hevur havt ein kropsligan feil, hevur man verið settur uttan fyri og happaður fyri brekið, ístaðin fyri at fólk hava sæð persónligheitina hjá einum.

 

Eg havi kanska av tí sama, alt mítt lív, kempað við at vilja bevíst meg sjálvan yvirfyri øðrum, og havi í dag eisini klára tað. Eg koyri bil, havi egna íbúð, sum eg haldi sjálvur, spæli tónleik, íðki ítrótt o.s.fr. Tað vil siga, at eg fungeri so gott sum ein “normalur” persónur. Tey, ið kenna meg, síggja tað í dag, men fólk, ið ikki kenna meg, síggja enn brekið.

 

Orðið brek hevur fyri meg ein ófatiliga negativan týdning og er ótrúliga stemplandi og ljótt. Eitt brek er eitt orð fyri nakað, sum ikki riggar, men tað er jú ikki tilfeldi fyri okkum, ið bera brek. Vit hava aðrar avbjóðingar, avmarkingar, í mun til vanlig fólk, men brekið merkir ikki, at vit ikki fungera, tí tað gera vit í allar hægstu grad - uppá okkara egna máta.

 

Orðið hevur tíverri eisini fingið ein annan týdning ímillum kanska serliga ung fólk, har tað verður nýtt ístaðin fyri býttur ella um man ber seg skeivt at. Tað, at vit bera brek, merkir uppá ongan máta heldur, at vit eru býtt í ovastu hædd. Tí er tað av stórum týdningi fyri meg, at man kann finna eitt annað orð – hvat veit eg ikki – fyri hetta, so man kann sleppa av við hetta stemplandi orðið, ið er bæði særandi og niðurgerandi. Um eitt orð ikki verður funnið, so má man finna eina loysn fyri at fáa eina hugburðsbroyting um orðið “brek” ímillum fólk.

 

So er spurningurin, hvussu skulu onnur tosa við okkum sum bera brek? Tað er einfalt! Akkurát soleiðis sum vit tosa við øll onnur menniskju, tí vit eiga øll at verða behandlaði við virðing, og vit mugu sum menniskju duga at vísa virðing yvirfyri hvørjum øðrum.

 

Ístaðin fyri at døma og stempla fólk býtt ella óbrúkilig við orðinum brek, og kanska eisini halda avstand frá teimum, so mugu vit sum menniskju læra okkum at fara yvir at tosa við ein, ið ber brek, og finna útav hvør persónurin er.

 

Eg haldi, at orðið skal broytast, men tað má hugburðurin mótvegis okkum eisini. Bara at broyta orðið sjálvt broytir ikki allan hugburðin, tí vit broyta jú ikki skap. Og tað nyttar ikki at skifta eitt ótrúliga ljótt orð út við eitt pent, um man ikki fær broytt hugburðin, tí so verður tað nýggja pena orðið jú líka negativt, sum tað gamla innan stutta tíð, vænti eg.

 

Tí hevur tað týdning fyri meg, at um nýggja orðið skal vera verandi jaligt, má hugburðurin broytast samstundis, og hann broytist best við, at vit við breki eru sjónlig, og vísa, at vit kunnu nógv ting, og at vit faktisk eru ok!

Sí allar tíðindagreinar