"Ber orðið brek?" Øssur Winthereig hevur orðið við pallborðið í Klaksvík
26. Feb. 2017

Í valstríðnum til amerikanska forsetavalið kom ein gomul upptøka fram, har Donald Trump sigur um vald og egnar møguleikar við kvinnum.

Ja, hann sigur ”Grab them by the pussy!” - tað kann hann, tí hann er so valdsmikil.

 

Vi kunnu spyjra, um nakað galið var at siga tað?

Var tað?

 

Nei, tað haldi eg ikki!

 

Hevði tað verið frægari, um hann i eini mildari føroyskar umseting hevði sagt: Nema við ella kanska nálgast?

 

Er tað talifrælsið, sum vit eru við at skerja? Og í klombrum veit eg væl, at hasin setningurin helst ikki var ætlaður til almenningin.

 

Onkur hevur vart tað við, at hatta var – tað sum vit kundu kalla lugarprát.

Ha – hvat segði eg: Lugarprát?

Eg veit einki um lugarprát – havi ongantíð verið til skips

Eg veit einki um, hvussu tosað verður í lugarinum og neyvan er tað eins í øllum lugarum.

 

Men setningurin hjá Donald Trump lýsir hansara fatan og hugsan ta løtuna.

Og er tað ikki gott, at vit hoyra beinleiðis, hvussu hann hugsaði?

 

Tá vit siga lugar- ella messuprát, so leggja vit allar sjómenn undir okkurt slag av práti, sum ikki er borðbart allastaðni – altso ikki er politiskt korrekt.

 

Júst presisi setningurin hjá Trump kann fáa summi at handla – kanska ikki atkvøðu fyri honum ella atkvøðu fyri honum ella leggja størri dent á rættindi hjá kvinnum.

 

Men breiða orðingin – lugarprát – er ikki løtt at fáa okkum at handla.

 

So eri er við vendingina at bera brek.

Tað kundi eg sett upp í móti, at vera blindur ella deyvur ella spastikari ella sita í koyristóli (havi skilt, at tað skal eita koyristólur og ikki rullistólur – annað er aktivt og hitt passivt – og tað aktiva er betur – ella politiskt korrekt)

 

24 limafeløg eru í Meginfelagnum fyri tey, ið bera brek. Fyri mær sær tað út, sum her er talan um øll sløg av menniskjum. Kanska er tað rætt at hava okkurt felagsheiti, tí óivað eru felagsáhugamál, men fyri meg hevði verið lættari at skilt, hvussu samfelagið skal broytast, um ikki alt bara var bloytt upp í okkurt so politiskt korrekt orð.

Lýsingarnar í  sjónvarpinum, um blind – ja, ella sjónveik, sum er blivið rætta orðið – tær vísa mær á konkret viðurskifti, sum kunnu broytast. 

Men sjálvur eri eg so politiiskt korrektur, at eg fegin lurti eftir, hvat tit sjálvi vilja hava at vita siga.

Men tað nyttar lítið ikki at siga nekari, men heldur svartur ella littur, um tað bara krógvar tann mismun, sum er á hvítum og svørtum.

At kalla tað lugarprát verjir bara verandi støðu – tað rættvísger okkurt, sum vit ikki vita, hvat er.

At finna eitt fínari orð kann fáa summi at halda at nú er teinurin hjá teimum, sum bera brek, styttri inn í okkurt slag av normaliteti.

Tað vil siga, at bara broytingin í málinum, kann fáa summi at halda, at nú er okkurt broytt.

Tá vit fara í kríggj í Irak ella Afganistan, so eitur tað ikki longur kríggj. Nú eitur tað friðarvarðveitandi átøk. Men tað er bara í málinum, at tað er broytt. Vit føroyingar eru ein partur av einum landi sum ferð eftir ferð fer í kríggj og drepur ósek – bumbar og skjýtur.

Finna tit eitt nýtt orð, so fara vit kanska at halda, at nú er frægari.

 

Skerdar møguleikar, avbjóðingar ella tarn. Tað verður individualiserað – tað er tann einstaki. At vera deyvur, er tað ikki bara, at teinurin frá hoyrisansinum til larmandi veruleikan er longri enn hjá ørðum. Og tað vil so siga, at avbjóðingin liggur í at minka hendan teinin – við nýggjari tøkni. Avbjóðingin er ikki hjá – í hvussu so er ikki bara – hjá tí deyva, men hjá øllum, sum leggja hetta samfelagið til rættis.

Vit kunnu lættliga fáa eina skeiva fatan av, at eitt nýtt orð, minkar teinin – men ger eitt nýtt orð tað?

Haldi ofta tað er soleiðis, at sjálvt um tú skiftir orð, so fylgja restir við orðinum.

Í minari google-fyrireiking til hesi orð – rendi eg meg í, at Felagið fyri fólk við vakstrartarni fyri 10 árum síðini broytti navn til Dvørgafelagið.

So eg vil bara siga, at tað er ikki nóg mikið at broyta navn.

 

Øssur Winthereig

Sí allar tíðindagreinar