"Ber orðið brek?" Tankar frá Sigrun Wardum á Klaksvíkar bókasavni
27. Feb. 2017

Sigrun Wardum er forkvinna í Javna:

 

Ber orðið brek?

 

Eg eiti Sigrun Wardum og eri forkvinna í Javna.

Eg takki fyri álitið at verða boðin við í hetta panelið.

Eg eri ikki málkøn, so tað er ikki grundin til at eg siti her.

Kanska er tað mín leiklutur sum forkvinna í Javna, sum mitt í 90’unum skifti orðið evnaveik út og setti orðið menningartarn inn í staðin.

Javni hevði tá í tíðini eitt undirheiti, sum var: Landsfelagið evnaveikum at bata

Stigið til broytingina var tikið eftir eina áheitan frá kontaktnevndini, sum var mannað við fólki við menningartarni.

 

Fólkini í kontaktnevndini og onnur ynsktu ikki at verða kallað evnaveik. Tað nívdi tey, tá fólk, kanska serliga børn, vóru farin at brúka orðið “evnaveik” sum ókvæmisorð.

 

Vit í Javna saman við kontaktnevndini kannaðu hvørji orð vórðu brúkt at lýsa fólk við menningartarni í okkara grannalondunum.

 

Í Noregi: utviklingshemming

Í Svøríki: utvecklingsstørning

Í Danmark: udviklingshæmning. Danir eins og norðmenn og sviar høvdu júst strikað orðið “Psykisk”, og er danska heitið tí UDVIKLINGSHÆMNING.

 

Menningartarn er beinleiðis umseting frá hesum orðinum. Javni avstemmaði við Føroyamálsdeildina rættleikan og fingu vit grønt ljós beinanvegin. Ár 1996 gjørdist almenna ár teirra menningartarnaðu og vóru ein rúgva av tiltøkum á skránni.

 

At generast av hvørji orð verða nýtt
Orð hava stóran týdning og kunnu hava ógvusliga ávirkan á okkum menniskju bæði negativt og positivt. Tað hevur nakað at gera við sosialisering, normalitet og frávik. Hvussu skulu vit vera og gera fyri at passa inn í samfelagið? Tað ræður um at duga kotuna, so vit ikki fella uttanfyri. Tí tá er vandi fyri at verða revsaður við at verða settur uttanfyri.

Sosiala eftirliti fyrigongur alla tíðina. Flestu menniskju hava ávísa hugsan um hvat er normalt og hvat er ikki. Ávísa hugsanin kann føra til eina generaliseraða fatan av øllum persóninum sum “eitt frávik”.

 

Altso ein stempling av einum persóni sum t.d. hin blindi og ikki Petur, sum eisini er blindur. Tað hevur stóran týdning fyri sjálvsvirðingina og identitetin hjá Petur hvørji orð hann verður lýstur við av øðrum og hvørjar væntanir onnur hava. Óttin fyri at verða bólkaður liggur djúpt í okkum menniskjum. Vit blíva bólkurin heldur enn individið.

 

Stempling er eisini eitt amboð hjá tí almenna at skipa samfelagið. T.d. skulu kriminell í fongsul. Fólk við sinnissjúku inn á psyk. deild. Fólk við menningartarni á idiotanstaltar (fyrr). Ofta fylgja verri handlimøguleikar við stempling. T.d. torført við at fáa arbeiði, bústað og familju.

Persónurin sum hevur okkurt frávik hevur lyndi til at liva seg inn í rolluna sum ein sum víkir frá. Upplivir sín identitet sum BLINDI, ella MENNINGARTARNAÐI, ella LAVNI, heldur enn Petur, Rói og Tóra.

Samstundis hevur viðkomandi lyndi til at handla í tráð við teir fordómsfullu væntanirnar til persónin.

 

Slík fráviks habitus blívur kropslig og ótilvitað ein partur av identitetinum, sum stýrir mátanum at fyrihalda seg til lívið uppá. Nú er stemplingin blivin til stigmatisering -  eitt brennimerki.


Í dag generast tey í Spyr Meg av orðinum “brek”. Tað er einamest tí orðið verður brúkt so nógv sum ókvæmisorð. Seinasta broytingin hjálpti eitt sindur, men tó eru tey ikki heilt nøgd. Tey vilja sleppa undan orðinum “brek”, sum eyðsæð hevur fingið ein so negativan klang.

 

Tað hevur stóran týdning, hvussu orðið verður nýtt. Og tað var júst tað, sum seinasta broytingin í MBF heitinum snúði seg um. Meginfelag teirra brekaðu, sum bleiv til Meginfelag teirra, ið bera brek.


Hóast batan, so meti eg, at MBF heitið bleiv tyngri at brúka.

Harafturat gevur vendingin at “bera” brek mær onkra løgna kenslu av romantikki ella poesi, sum mær ikki dámar í hesum høðpinum. Til at broyta tað hevði verið nóg mikið at skift orðið bera út við hava. Meira nøgternt í mínum oyrum.

 

Men tað er orðið brek, sum er ókvæmisorðið. Í grannalondunum var mest vanligt at brúka handikap. Har hevur orðið handikap mist valdsøki til orðini: Funktionshinder ella funktionshæmning, funktionsnedsættelse hava tey nú flutt seg til at øll brek koma undir felagsheiti:

Funktionshinder – er okkurt í umhvørvinum, sum forðar viðkomandi at luttaka, tað kann verða í skúla ella kirkju, t.d. tí hølisviðurskiftini ikki eru egnað.

Funktionsnedsætning – umrøður niðursettan førleika til okkurt. T.d. at ganga.

 

Veit ikki hvat málkøn siga um orðið VIRKISTARN? Men ger tað ikki í grundini tað sama hvussu barnið eitur, tí tá ein tíð er fráliðin hevur týdningurin av orðinum aftur fest røtur í orðinum og sjálvt orðið kann gerast eitt ókvømisorð.

 

Ella skulu vit kanska heldur gera nakað við hugburðin í samfelagnum til fólk við breki og til normalitetsbegrebið???

Sí allar tíðindagreinar