"Ber orðið brek?" Katrin Næs við pallborðið
02. Mar. 2017

Katrin Næs, sum sat við palborðið á Klaksvíkar bókasavni, er limur í Málráðnum:

 

Gott kvøld

 

Eg fari – eftir førimuni – at gera mær nakrar tankar um orðið brek og okkurt í hesum sambandi.

 

Í brævinum til mín skrivar mbf:

 

Hvønn týdning hevur tað, hvussu vit orða okkum um fólk, ið bera brek?

 

Eg fari beinanvegin at svara hesum spurninginum. Tað hevur altíð sera stóran týdning, hvussu vit orða okkum – serstakliga um okkara medmenniskju.

 

Eg dugi ikki rættiliga at siga, nær navnorðið brek og lýsingarorðið brekaður gjørdust vanlig hjá okkum um fólk, sum hava likamligt ella sinnisligt ella menningarligt tarn.

 

Málráðið hevur viðgjørt spurningin – og vit skilja væl atfinningarnar móti orðinum “brek”, men illa gongur at finna eitt orð, sum kann avloysa tað.

 

Fyri meg kann eg siga, at eg fati orðið brek nokk so nevtralt, men tað er lætt hjá mær at siga tað, tá eg ikki skal bera tað dagliga. So her er týdningarmikið, at vit lurta eftir teimum, sum eru í skónum so at siga.

 

Eg kann í hesum sambandi greiða frá eini uppliving, sum eg hevði fyri 1½ ári síðan, tá ið eg vegna Málráðið var við til ein sonevndan netverksfund hjá teimum, sum varða av teknmáli í Norðurlondum. Á hesum fundi við 17 luttakarum var eg einasti luttakari, sum ikki skilti teknmál. Tíbetur hevði eg ein tolk, sum kundi tulka fyri meg. Eg má siga, at tað var ein serstøk uppliving – men eisini sera hent fyri meg.

 

Orð hava týdning, orku og makt og eru í veruleikanum sterkasta vápn okkara.

 

Nær hava vit brúk fyri orðinum?

 

Leiting á netinum gevur:

 

  • ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek
  • Grein hjá Almannastovuni rættindi til foreldur at barni, ið ber brek
  • Grein um rættartrygd hjá fólki ið ber brek (amr)
  • ÍSB
  • leiðreglur um fylgjarakort – Kommunufelagið
  • osfr

Tað eru við øðrum orðum – millum annað - almennir stovnar og feløg, sum hava brúk fyri einum orði, sum fevnir um tey, sum hava brúk fyri onkrari størri og minni hjálp fyri at virka á jøvnum føti við øll onnur. Grundtankin er, at vit øll – allir føroyingar –hava somu rættindi og somu skyldur.
--------------

 

Hví ikki venda orðinum við? Eg eri ikki før fyri at svara, men tað kann Eyðgunn kanska: Kundu vit havt eina tænastulóg, sum sigur – øll uttan mun til avbjóðingar hava sama rætt til undirvísing, til atgongd á - verður boðskapurin tá nóg neyvur ?

 

Avbjóðingin kemur, tá ið vit skulu hava hatta felags orðið, sum fevnir um sinnisligt, menningarligt ella kropsligt hindur.

 

Og so er tað orðið handikapp og handikappaður – sum eg ivist er nakar fyrimunur at fara yvir til. Tað ber altíð til at brúka fremmanda orðið, men tað slítist eisini við tíðini.

 

  • First seen in 1653, where it refers to the lottery game described above.
  • Sightings of it from 1754 show it used to describe horse races where the superior beast is made to carry extra weight to equalize the field.
  • By 1883, it has leaked from the sporting world into the mainstream of language, referring then to the larger concept of equalization itself.
  • The first use of the word in conjunction with the disabled appears in 1915, when it is applied to physically crippled children.
  • By the 1950s the term handicapped is extended to also cover adults and the mentally disabled.

Meðan eg havi leitað eftir upplýsingum og íblástri til henda fund, eri eg eisini komin fram á sjónarmið, sum ávara móti at brúka orð, sum eru eufemistisk – t.v.s. orð sum “pynta” ella fjala veruleikan.

 

Serøkið, serligar avbjóðingar v.m. eru kanska slík orð. Tey eru møguliga við til at tabuisera hetta at bera brek. Og tað, sum er tabu, verður ofta til ókvæmisorð.

 

Tað eru eisini fleiri, sum ávara móti ”political correctness”, hesum rákinum , sum vil hava okkum at vanda okkum um ávís orð og ikki nýta tey. Tey, sum ávara, siga, at alt ov nógvur dentur á political correctness, kann leggja fót fyri inklusiónini, sum vit helst øll ynskja.


At bera brek – er fyri mær fullgóð orðing – men eg lurti fegin eftir teimum, sum orðið skal fevna um.

 

Sí allar tíðindagreinar