"Ber orðið brek?" Uppleggið hjá Herit Joensen við pallborðið
02. Mar. 2017

Herit Joensen, sum sat við pallborðið á Bókasavninum við Løkin, er lærari:

 

Gott kvøld!

 

Mítt navn er Herit Joensen, eg eri ikki fødd brekað, men gjørdist brekað eftir eina ferðsluvanlukku sum 22 ára gomul.

 

Sum tey flestu her við borðið, havi eg eisini verið í orðabókini og hugt at orðinum brek.

 

Orðini, ið tú finnur, ið lýsa orðið brek, eru millum annað ófullkomið, veikleiki, forðan og hindur. Og so hugsi eg, at hetta eru júst tey orðini, ið lýsa mítt brek. Breki er ikki jaligt, og sostatt eru ikki jalig orð, ið kunnu lýsa tað.

Samstundis haldi eg ikki, at hesi neiligu orðini siga nógv um ein brekaðan persón. Tey siga okkum, at okkurt er á kroppinum, sum ikki virkar, sum tað skal.

 

Tað sigur einki um persónleikan hjá viðkomandi, sum eg haldi hevur so nógv meira at siga.

 

Og so orðið ”Megna”, her finna vit millum annað styrkna, vera førur fyri, orka og vera mentur. Og her hugsi eg, at vit nú kunnu tosa um nøkur orð, ið siga nakað meira um ein persón. Og tey eru jalig, og lýsa sostatt eisini ein jaligan part av menniskjanum.

 

Eg haldi ikki, at orðið brek er tað, ið vit nýta, tá ið vit lýsa ein persón. Um vit bert siga navnið á viðkomandi, og so at hann er brekaður, so hava vit einki sagt um viðkomandi. Orðið brekaður hongur her í leysari luft, og ein nærri frágreiðing má til.

 

Tað sama um vit skulu lýsa ein part av samfelagnum, sum eru brekað. Siga vit bara tey brekaðu, so fevnir tað so vítt, at vit mugu greiða nærri frá. Her hava vit so nøkur góð orð til dømis rørslutarnaði og menningartarnaði.

 

Eg hoyri ótrúliga sjáldan børn og ung brúka orðið brekað um hvønn annan, tað hendir seg, men tað hevur ikki stóra ávirkan á tann, ið tað verður sagt við. Eg havi ongantíð hoyrt vaksin fólk nýta orðið brek sum eitt ókvæmisorð.

 

Tí haldi eg, at vit heldur skulu tosa við hesi fáu, sum nýta orðið sum ókvæmisorð, so at orðið kann standa í frið.

 

Eg havi ongan trupulleika við orðinum brekað, eg havi ongan trupulleika við at vera bólkað saman við teimum brekaðu, tí eg eri brekað.

 

Men eg haldi ikki, at brekið sigur nakað um meg sum persón. Mín persónleiki broyttist ikki, tá eg gjørdist brekað. Eg eri akkurát tann sama.

 

Eg haldi ikki, at tey, sum eru fødd brekaði, høvdu verið øðrvísi persónar, enn tey eru, um tey ikki vóru brekaði.

 

Eg eri eisini í bólkinum blondinur, og tað hoyri eg nógv meira um - allar tær túsundtals skemtisøgurnar.

 

Eg haldi ikki, at vit skulu siga ”bera brek”, tí vit kunnu ikki seta tað frá okkum. Vit bera ikki jakkan, vit fara í hann og vit kunnu fara úr honum.

 

Brekið fer ongan veg, og tað er tað, vit øll brekaðu hava í felag. Tað snýr seg um restina av lívinum, uttan steðg, og her er eingin feriutíð frá brekinum.

 

Sí allar tíðindagreinar