Søk um fylgjarakort NÚ!
07. Mar. 2017

Skjótt verður summar aftur, og tað merkir, at summarstevnur, ítróttur og festivalar standa fyri framman. Um tær, ella onkur tú kennir, tørvar fylgjarakort, so er at søkja nú.

 

MBF skrivstovan verður stongd í juli, og fara vit at heita á tykkum um at søkja skjótast gjørligt, eisini fyri at gagnnýta kortið í summarfrítíðini.

 

Á heimasíðu okkara mbf.fo finnur tú umsóknarblað til fylgjarakortið.

 

Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek, og tískil hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ella luttaka í ymiskum tiltøkum, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerkið fyri fylgjaran.

 

Fylgjarakort verður útflýggja fólki, ið bera brek, og sum orsakað av breki teirra hava tørv á at hava fylgjara við sær, tá ið tey ferðast ella fara til ymisk tiltøk.

 

Tørvurin á fylgjara kann verða grundaður á bæði likamligt og sálarligt brek og er ikki treytaður av aldursmarki.

 

Støð har kortið er galdandi:

Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin, Ítróttarsamband Føroya, Strandferðslan, Smyril Line og tiltøk, ið kommunurnar stuðla.

 

Ábyrgdin hjá fylgjaranum er at vera saman við tí, sum ber brek, og geva honum smidliga hjálp, sum bæði fevnir um persónliga og praktiska hjálp og fylgi. Tørvurin á fylgjara kann verða grundaður á bæði likamligt og sálarligt brek og hevur einki aldursmark.

Sí allar tíðindagreinar