Nýggja árið gevur nýggjar møguleikar
13. Jan. 2017

Nú vit skriva 2017, kunnu vit gleðast um farna árið, sum gav møguleikar til batar á brekøkinum, og eisini kunnu vit við vón halda fram og vænta, at hetta árið, eins og undanfarna, fer at geva okkum nýggjar møguleikar at koma enn longri á javnrættindaleið.

 

Hvussu langt eru vit komin?

Hvussu langt vit eru komin á  javnrættindaleiðini síggja vit m.a. í niðurstøðunum frá ST nevndini, sum Føroya Landsstýri fekk í oktober 2014. Har verður bæði víst á gongdar leiðir fyri Føroya Landsstýri at fara og á tær leiðirnar, ið longu eru tráddar, har tó gott er at halda fram.

 

Brekpolitisk ætlan

Í ítøkiligu tilmælunum og viðmerkingunum stendur m.a., at landsstýrið skal seta í verk munagóðar brekpolitiskar virkisætlanir, so ST sáttmálin veruliga fæst at virka. Ein slík skal fevna um øll rættindi og týðandi øki, sum sáttmálin fevnir um. Harvið skal Føroya Landsstýri eisini seta sær ítøkilig mál, ið kunnu mátast og finna fíggingina at fremja tey.

 

Her kunnu vit fegnast um tað, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nevndi Altjóða brekdagin 3. desember 2016: “Vit eiga at seta eina kós fyri almennu Føroyar, har vit seta okkum nøkur ítøkilig mál fyri, hvussu vit fáa Breksáttmálan at virka á øllum økjum.”

 

Vónandi verður arbeiðið at gera eina brekpolitiska virkisætlan veruleiki í 2017. Her er vert at peika á, eins og landsstýriskvinnan eisini gjørdi, at arbeiðið at gera eina brekpolitiska virkisætlan fyri Føroyar krevur undirtøku og luttøku frá øllum viðkomandi myndugleikum.

 

Í 2015 fekk Almannamálaráðið leiklutin at samskipa íverksetanina av ST sáttmálanum, og har liggur tí eisini arbeiðið at skipa eitt formligt samstarv millum aðalráðini, ið hevur til endamáls at tryggja, at allur sáttmálin verður settur í verk - og ikki bert partar av sáttmálanum.

 

Nýggjur Public Service sáttmáli

ST nevndi krevur í niðurstøðunum og viðmerkingunum eisini, at Føroya Landsstýrið tryggjar bæði deyvum fólki og teimum, ið hava ringa hoyrn, atgongd til allar sendingar, ið Kringvarp Føroya sendir.

 

22. desember 2016 skrivaðu Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið undir nýggjan Public Service sáttmála galdandi fram til 2020, og her kunnu vit koma enn longri á javnrættindaleið.

 

Við sáttmálanum er staðfest, at Kringvarp Føroya støðugt skal arbeiða fyri at tryggja fólki, ið bera brek, at tey kunnu gagnnýta miðlatænastur og tiltøk, sum Kringvarp Føroya skipar fyri, og at Public servce-tænastur til deyv og hoyriveik skulu styrkjast.

 

Eisini skal Kringvarp Føroya í samstarvi við viðkomandi partar teknmálstulka tíðindi og sendingar, ið hava stóran samfelagsáhuga, beinanvegin. Sendingar, ið hava stóran samfelagsáhuga og -týdning, eitt nú valsendingar og viðkomandi dokumentarsendingar, eiga at verða tekstaðar skjótast gjørligt. 

 

Vónandi fara avvarðandi myndugleikar at síggja álvarsemi í hesum grundleggjandi rættindum hjá fleiri hundrað føroyingum og seta tey í verk í 2017.

 

Tilmælið “Borgarin takast uppá ráð”

Í dag, 31. januar 2017, fekk Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, tilmælið “Borgarin takast uppá ráð” handað. Nýggi tænastupolitikkurin skal millum annað tryggja, at rættarstøðan hjá teimum, ið bera brek, verður styrkt.

 

“Sosialar tænastur til borgarar, ið bera brek, eru millum grundarsteinarnar í føroysku vælferðarskipanini. Tí gleðist eg um, at hetta arbeiðið nú er liðugt, og at politiska viðgerðin kann byrja,” sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, á heimasíðu teirra í dag.

 

Við tænastupolitikkinum á almannaøkinum verður sett út í kortið, hvørjar meginreglur tænasturnar til borgarar, sum bera brek, frameftir skulu byggja á,  hvørjar tænastur skulu veitast, og hvussu hesar skulu skipast.

 

Nú tænastupolitikkurin er handaður, verður farið undir lóggávuarbeiðið. Her er møguleiki fyri, at vit við tænastupolitikkinum fáa eitt sterkt grundarlag til at arbeiða víðari við tænastulógini og flyta okkum enn longur fram á leið.

 

Gott 2017

Við hesum fáu ítøkiligu viðurskiftum, ið eiga at verða sett í verk, fara vit at ynskja øllum føroyingum eitt atkomuligt 2017 við vón um, at fjøltáttaðu myndugleikarnir uttan um okkum føroyingar, ið bera brek, vilja vísa í verki, at Føroyar eru fyri allar borgarar, ið valt hava at búleikast her.

 

Tóra við Keldu, forkvinna í MBF