HNR við føroyskum formansskapi
28. Mar. 2017

Í dag hevur MBF verið á fundi í HNR - Handicaporganisationernes nordiska råd - og hetta er fyrsti fundur millum norðurlendsku meginfeløgini við føroyskum formansskapi. Føroyar hevur formansskapin í tvey ár, sum er frá 2017-19.

  

Á skránni var, eins og tað er á hvørjum fundi, punktið "Norden rundt", har norðurlendsku meginfeløgini fáa orðið. Her verða orð sett á, hvat vit arbeiða við, og hvar vit leggja orkuna. T.d. fylti tað nakað hesa ferð, at øll Norðurlond nú hava undirskrivað ST sáttmálan. Nú fer tíðin so til at seta sáttmálan í verk, og at arbeiða til frama fyri brekøkið ígjøgnum ST sáttmálan og politisku skipanina.

 

Dentur varð lagdur á stóra týdningin í, at politiska skipanin vísir vilja til opið samskifti við meginfeløgini, og eisini eru við til at skapa ein positivan hugburð til brekøkið og ganga undan í at fremja munagóðar batar á økinum.

   

Næsti fundur í HNR verður í Føroyum í september. 

 

Á myndini eru umboð fyri:

Ísland – Ellen Calmon og Lilja Þorgeirsdóttir

Áland – Susanne Broman
Finnland – Pekka Tuominen og Pirkko Mahlamaki

Føroyar – Tóra við Keldu og Ása Olsen
Svøríki – Stig Nyman og Mia Ahlgren

Norra – Lily Ann Elvestad

Danmark var ikki umboðað

 

Fleiri myndir her.

 

Mikudagin 29. mars verður MBF umboðað, saman við Doris Bjarkhamar, fulltrúa í Almannaráðnum, í norðurlendska ráðnum, sum er sett saman av fólki frá ymiskum økjum á brekøkinum. Ráðið er sambindingarlið millum brekøkið og ministararáðið í Norðurlandaráðnum. Ráðið er ráðgevandi myndugleiki yvir fyri øllum geirum í norðurlendska ministararáðnum, og skal arbeiða við og vísa á viðkomandi evni, sum politiska skipanin eigur at arbeiða við.

Sí allar tíðindagreinar