Tveir nýggir limir í starvsnevndina
06. Apr. 2017

Mikukvøldið 5. apríl var aðalfundur í MBF húsinum. Á fundinum stóðu tveir limir í starvsnevndini fyri vali. Teir vóru Gudny Benjaminsdóttir og Jákup Danielsen. Hvørgin teirra stillaði upp aftur, og inn fyri tey bæði vóru vald Malan Mohr, forkvinna í Alzheimserfelagnum, og Hallur Thomsen, formaður í Sclerosufelagnum.

 

Í starvsnevndini sita nú Tóra við Keldu, forkvinna, Jørmund Foldbo, Anna Dahl Olsen, Malan Mohr og Hallur Thomsen. Á fyrst komandi fundi skipar starvsnevndin seg við næstformanni.

 

Vit vilja takka Gudny og Jákupi fyri gott samstarv.

 

Nakrar myndir frá fundinum eru at finna HER.

 

Her kanst tú lesa formansfrágreiðingina, sum varð hildin á aðalfundinum. 

 

Veitst tú, hvat MBF stendur fyri? Hetta var ein av stuttfilmunum, sum í 2016 vóru gjørdir fyri at upplýsa føroyingar um meginfelagið. MBF hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði at gerast sjónligari, tí um vit skulu gera mun, so tørvar okkum sjálvandi gott samstarv við politisku skipanina og eisini at vera sjónlig, so vit fáa møguleika at siga okkara hugsan fyri at fáa ávirka við vón um, at vit kunnu síggja munagóðar batar í verki.

 

Stuttfilmurin "Veitst tú, hvat MBF stendur fyri?"

 

Árið 2016/17 hevur verið hendingaríkt, og fari eg at seta orð á nøkur hæddarpunkt.

 

Lívið hevur litir
Í mai 2016 varð 35 ára stovningardagurin hátíðarhildin við ráðstevnuni “Lívið hevur litir”, sum var hildin í Norðurlandahúsinum. Vit valdu at fagna teimum 35 árunum við fjølbroyttari skrá við framløgum, hugleiðingum, tónleiki og persónligum søgum frá gerandisdegnum.

 

Eisini var tað við gleði, at vit á 35 ára degnum kundu bjóða til framløgu av bókini LUKKA, sum vísir føroyingum veg til einar betri Føroyar. Vit vóna, at bókin longu hevur og framhaldandi fer at kveikja áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum okkara. Í dag liggur LUKKA á heimasíðu okkara talgild, sum ljóðbók og teknmálstulkað bók.

 

Tiðini á heimasíðuni um 35 ára dagin.

 

Sjálvur 35 ára stovningardagurin, sum var 24. oktober, var hildin saman við tykkum formonnunum í limafeløgunum við veitsludøgurða.

 

Formenn gott tilfeingi
Umframt hátíðarløtuna 24. oktober hava verið formansfundir við ymisligari skrá. Serliga hava vit seinasta árið lagt dent á, hvussu vit kunnu styrkja samstarvið millum limafeløgini. Tit eru í eini serstakari støðu. Økini tit umboða eru sera fjøltáttað, tó hava tit allir sum formenn líknandi uppgávur í gerandisdegnum. Tit kunnu læra nógv hvør av øðrum, og hava nakað at læra okkum, eisini kunnu tit geva av vitan og royndum tykkara til gangs fyri arbeiðið tykkara í limafeløgunum.

 

Eg vil fegin takka tykkum fyri virkna luttøku og eisini fyri arbeiði tykkara til gangs fyri føroyska samfelagið, sum hevði verið so nógv fátækari uttan tykkum.


Altjóða brekdagur
3. desember er altjóða brekdagur, og í 2016 var hann hátíðarhildin undir heitinum “Ver virkin”. Yvirskipaða evnið var “17 mál at fremja fyri framtíðina vit ynskja okkum”. Hesi 17 málini byggja á meginregluna um, at eingin skal verða gloymdur ella liggja eftir. Málini snúgva seg um alt frá at basa fátækradømi, hava javnrættindi og um at fáa somu møguleikar til útbúgving, sum onnur. ST boðar frá, at arbeitt verður fram móti hesum málum til 2030, tá vit skulu hava ein meira fevnandi og rættvísan heim fyri fólk, ið bera brek.

Tað er MBF, saman við Almannamálaráðnum og Ráðnum fyri brekað, sum skipar dagin. Við fyrilestrum varð sett orð á týdningin í, at vit sum menniskju fáa møguleika fyri at vera virkin – í ítrótti, arbeiði o.ø. í vanliga gerandisdegnum.

 

Les tíðindi um altjóða brekdag 2016.

 

Heimið er karmur um lívið
Lívið er nevniliga ein heild har t.d. møguleikin fyri - umframt møguleikan at vera virkin likamliga – at seta búgv og fáa eina útbúgving hava avgjørdan týdning.

 

7. mai 2016 vóru vit til móttøku á Sambýlinum á Blikagøtu í Runavík. Hetta er ein nýmótans og snotiligur bygningur við 12 íbúðum, sum skal vera heim hjá 12 fólkum, sum umframt íbúð fáa gott felagsøki.

 

Ymsa staðni í landinum standa sambýli og íbúðir, sum eru vælegnað at gerast heim. Hetta er ynski okkara fyri allar føroyingar. Stórar avbjóðingar eru á hesum økinum í Suðurstreymi. Hetta skulu politikarar taka í størsta álvara. Vit vita øll, hvussu stóran týdning tað hevur at hava eitt heim. Heimið er karmur um lívið, og øll hava rætt til eitt heim, sum er nøktandi at búgva í.

 

Tíðindir á heimasíðuni um vitjanina í Runavík.


Útbúgving
Umframt eitt gott heim, so eiga vit ikki gloyma týdningin í útbúgving.
14. september vóru vit til móttøku á Glasi í Tórshavn, har 12 ungdómar í aldrinum frá 17 til 25 ár við serligum avbjóðingum vóru byrjað á miðnámi. Næmingarnir fingu umframt aðrar lærugreinar valt seg inn á tríggjar ymiskar breytir, sum eru bil-, timbur- og klædnabreyt.

 

Á serliga skipaðum miðnámi er í dag, umframt tilboðið á Glasi, flokkur á Kambsdali og á Tekniska skúla í Klaksvík. Hetta er eitt frambrot, sum fer at geva enn fleiri møguleikar at gerast so sjálvbjargin sum gjørligt.

 

Í seinasta MBF blaðnum var ljós varpað á støðuna í fólkaskúlanum. Hóast starvsfólk gera eitt gott arbeiði, so vita vit, at avbjóðandi er at møta einstaka næminginum við mennandi tilboði. Hetta eigur myndugleikin miðvíst at arbeiða við, so næmingarnir fáa eina læruríka og góða fólkaskúlatíð.

 

Tíðindi á heimasíðuni um vitjanina á Glasi.


Borgarin takast við uppá ráð
Á heimasíðuni hjá Almannaráðnum stóð í januar 2017 at lesa, at tænastur til borgarar, ið bera brek, eru ein av grundarsteinunum í føroysku vælferðarskipanini. Tí hevur tað alstóran týdning, at ein tænastupolitikkur og komandi tænastulóg hava breiða undirtøku bæði í politisku skipanini og frá borgarum, fakfólki, fakfeløgum og stovnum.

Í hesum sambandi fekk landsstýriskvinnan í almannamálum handað tilmælið “BORGARIN TAKAST UPPÁ RÁД handað. Arbeiðsbólkurin umboðaði ein breiðan skara av fakfólki og feløgum, sum saman hava orðað eitt tilmæli um ein tænastupolitikk. Við í bólkin fekk eisini MBF umboð. Tænastupolitikkurin, sum verður grundarlag undir tænastulógini, verður ætlandi løgd til aðalorðaskifti á í hesi tingsetuni.

 

Her kanst tú lesa tilmælið.


Frágreiðing við tilmælum um algilt snið og atkomu
Øll menniskju uppliva onkuntíð í lívinum, at umstøður í atkomu til ymisk umhvørvi ikki eru nøktandi. ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, UNCRPD, setir fokus á algilt snið. Sáttmálin lýsir ábyrgdina hjá Føroya Landsstýri at betra um atkomu, sum eisini er grundleggjandi rættindi. Hindur verður skapt av menniskjum, og limalondini hava tí ábyrgd av skipað at forkoma tí, sum kann vera til hindurs og eisini at skapa fevnandi loysnir øllum at frama.

Á hesum økinum samstarva Norðurlond. Norðurlendska ministararáðið bílegði í 2015 eina frágreiðing við tilmælum um samstarv viðvíkjandi algildum sniði og atkomu. Her fekk MBF lim í bólkin við serfrøðingum, og liggur frágreiðingin “Norden för alla” á heimasíðu okkara.

 

Her finnur tú "Norden för alla".


Ráðstevna í mai
Hóast Føroyar enn ikki hava eina yvirskipaða ætlan fyri at seta í verk algilt snið á ymisku økjunum, so hevur MBF í hesum sambandi saman við Visit Tórshavn gjørt eitt yvirlit yvir atkomumøguleikar innan ferðavinnuna. Hetta verður í løtuni eisini gjørt úti um landið. Við hesum er MBF við í arbeiðinum at gera eina hondbók innan ferðavinnu í londunum í Norðurhøvum. Her eru limir úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Norra og Skotlandi. 19. mai 2017 verður skipað fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um evnið.

 

Les tíðindini á heimasíðuni.

 

Ber orðið brek
Seinasta tiltak okkara var í mars, tá skipað var fyri tveimum pallborðsfundum undir heitinum “Ber orðið brek?”. Heitið, sum vit vanliga brúka um málbólk okkara er “tey, ið bera brek”. Serliga er tað orðið ella heitið brek, sum fleiri ferðir hevur volt til kjak, og fólk eru ósamd um, hvussu væl egnað heitið er.

 

Eitt ynski, sum birtist av kjakinum á pallborðsfundunum, var ynski okkara at broyta navnið á meginfelagnum. Frá at eita Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, fóru vit í 2015 at eita Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, og kenna fleiri tað so, at vit aftur eiga at gera eina navnabroyting.

 

Í dag fáa vit at síggja, um tað verður møguligt, tí tað eru tit sum formenn í limafeløgunum, sum kunnu geva loyvi til hetta, og vilja vit fegin, at vit standa um hesa broyting. Uttan tykkum var einki MBF.


Takk fyri árið
Við hesum fari eg at takka fyri 2016 og tað, sum farið er av 2017. Ikki kunnu vit siga, at vit eru arbeiðsleys. Her er nógv at tríva í. Við gleði um nakrar broytingar, so leingist mær eftir at síggja grundleggjandi broytingar í verki av tí, vit seinastu árini hava arbeitt fyri. T.d. at gera brekpolitiska virksiætlan, fáa føroyskar sendingar í Kringvarpinum tekstaðar og fáa ein óheftan mannarættindastovn, so vit kunnu seta grein 33 í ST sáttmálanum í verk.

 

Við hesum fara vit eftir aðalfundin í kvøld aftur til verka í morgin.

 

Takk fyri!

Sí allar tíðindagreinar