Kom og ver við altjóða arbeiðaradagin 1. mai
29. Apr. 2017

Mánadagin 1. mai skipar Havnar Arbeiðarafelag fyri tiltaki á Vaglinum í Tórshavn kl. 15:00. Í ár verður forkvinnan í MBF, Tóra við Keldu, millum røðararnar. Eisini fara Jørleif Kúrberg, ferðaleiðari, og Kári Johansen, arbeiðsmaður, at røða og Havnar Hornorkestur spælir.

 

Tulkatænasta luttekur við tulki.

 

Ynskiligt er, at so mong sum gjørligt verða við hendan dagin. Vit møtast í MBF húsinum kl. 14:00 til lætt ábit, og kl. 14:45 verður farið úr MBF húsinum oman á Vaglið. Bjóða øðrum við.

 

Eftir løtuna á Vaglinum bjóðar Havnar Arbeiðarafelag til ein drekkamunn á Tinghúsvegnum 7. Øll eru vælkomin!

 

Vit síggjast!

Sí allar tíðindagreinar