1. mai: Hvør vil vera sum Gail og Mary
01. May. 2017

Røða hildin altjóða arbeiðaradag í Tórshavn. Myndina hevur Sverri Egholm tikið - portal.fo

  

Í 2000 flutti eg til Aberdeen og seinni til London, og hesa tíð upplivdi eg, hvussu tað kennist at vera arbeiðsleys og brúka nógv orku til at leita eftir arbeiði. At vera arbeiðsleys er eingin ynskilig støða. Eina tíð kunnu vit kanska nýta tíðina til ymiskt, sum vit annars ikki hava tíð til, tó má eg siga, at eg var glað at møta Gail og seinni Mary. Tær góvu mær møguleika at koma út at arbeiða, har eg kundi nýta orku, koma at kenna fólk og eisini møguleika til tað, sum annars kann geva fíggjarligan tryggleika og ikki minst vælveru í gerandisdegnum.

 

Her ber til at lurta eftir taluni á KVF.

 

Í dag er tað vísindaligt grundarlag fyri at siga, at eitt gott arbeiðsumhvørvi hevur ávirkan bæði á likamliga og sálarliga heilsu og vælveru okkara. Hinvegin kann arbeiðsloysi vera skaðiligt. Tó kann arbeiði, eisini eftir at vit hava verið arbeiðsleys, vera við til at byggja okkum upp aftur sum menniskju.

 

Kanningar vísa eisini, at arbeiði hevur størsta týdningin, tá ið hugsað verður um at hava nøktandi fíggjarligar umstøður, sum eru neyðugar fyri sinnisliga vælveru og fult at kunna luttaka í dagsins samfelag. Arbeiði møtir nevniliga týdningarmiklum sálarligum tørvum hjá menniskjum og hevur eisini týdning fyri persónliga samleika, sosiala leiklut og status okkara.

 

----

 

1. mai er altjóða arbeiðaradagur, og tað er ikki av ongum, at borgarar í mongum londum í dag koma saman at tala, syngja, mótmæla ótolandi umstøðum og annars minna hvønn annan á, hvussu stóran týdning tað hevur, at samfelagið virðir og sær stórt í arbeiðarunum.

 

Í dag eru umstøðurnar sjálvandi broyttar, og onkur kann seta spurning við, um tað í Føroyum longur hevur týdning at varðveita 1. mai sum arbeiðaradag. Ynski um at hava ein “proletariskan” frídag varð kveikt í 19. øld og skuldi t.d. nýtast sum amboð at fáa arbeiðsdagin niður á átta tímar. Vit kundu nýtt nógva tíð at tosa um, hvønn týdning tíðin tá og fram eftir hevur havt fyri samfelag okkara í dag. Her spretti á so mongum økjum eitt persónligt frælsi og ynski um størri solidaritet, sum eg í dag fari at lata liggur.

 

Tó havi eg hug at spyrja: Hevur arbeiðaradagurin nakran týdning? Tí í Føroyum eru øll í dag so sára samd um, at her skal vera gott at búgva. Sjálvt politiska landslagið er vorðið smalri, og onkuntíð havi eg hug at spyrja, hvar vinstra og høgra politikkurin bleiv av.

 

Ja, nú síggja summi av tykkum eitt sindur spyrjandi út.

 

Her hevur tað óivað týdning at undirstrika, at tá ið eg sigi at politiska landslagið er vorðið smalri, so hugsi eg sjálvandi ikki evni sum flatskattur, fiskivinnusnýskipan ella heilsunýskipan - sum hinvegin hevði verið áhugavert at tikið upp arbeiðaradagin.

 

Í dag tosi eg um politiska landslagið út frá mínum MBF sjónarhorni, her eg t.d. hugsi um, at stevnuskráir við árunum eru vorðnar líkar. Vinstrahjørtuni og høgrahjørtuni eru í dag meir ella minni samd um, hvussu vit sosialt eiga at skipa føroyska samfelagið – hetta eigur at vera ein ovurstórur vinningur fyri okkum øll.

 

Eisini eru vit samd um, at í Føroyum skulu so nógvir borgarar sum gjørligt vera virknir á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðskvinnan og arbeiðsmaðurin eru løn sína verd, og harvið skal lønin eisini vera nøktandi til lívsins uppihald - og nakað meira.

 

----

 

Sum eg byrjaði við, so hevur tað í dag stóran persónliga týdning at sleppa út á arbeiðsmarknaðin og at løn og arbeiðsumhvørvið er nøktandi. Eisini hevur arbeiðarin samfelagsliga ovurstóran týdning. Tað er her, eg havi hug at vera hendan 1. mai í 2017.

 

LUKKA merkir eydna. LUKKA eitur okkara fína bamsa, sum við ST sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek vísir veg til einar meira fevnandi Føroyar. Í gein 27 vísir hon á, at øll hava sama rætt til arbeiði og at vinna til lívsins uppihald við arbeiði. Arbeiðsmarknaðurin skal vera opin fyri øllum, og arbeiðsumhvørvið skal vera atkomuligt fyri fólk, ið bera brek.

 

Um vit siga, at føroysk tøl samsvara tølini í øðrum londum um, hvussu nógvir borgarar hava rørslu- ella menningartarn ella aðrar avbjóðingar, so kunnu vit rokna við eini 5000 føroyingum.

 

Havi hug at spyrja, hvar øll hesi eru. Vit skulu sjálvandi nýta tøl varliga, og mong av hesum 5000 eru longu í arbeiði. Tó verður í Danmark sagt, at bara fimti hvør við rørslu- ella menningartarni er til arbeiðis. Hesi fáa ikki ágóðan av virkna arbeiðslívinum, og hesi geva heldur ikki samfelagnum aftur á virkna arbeiðsmarknaðinum.

 

Hvat kann orsøkin til hetta vera?

 

Onkuntíð hoyri eg: Nei, hann er neyvan førur fyri arbeiða. Stakkalin. Tey kunnu ikki vera her. Eg haldi ikki, at hon er før fyri at vera við. Ja men, lat hana bara fáa frið, tað er óivað best. Tað er so synd í teimum.

 

Hesir setningar geva mær orsøk til at hugsa um fordómar. Fordómar um, at vit, ið hava avbjóðingar, ikki eru før fyri at vera við.

 

Fordómar verða skaptir av tær og mær. Um hetta er veruleiki, so eru tað als ikki lógir og ei heldur pengar, ið skulu til fyri at bøta um støðuna. So eru tað heldur fordómarnir um okkum, ið skulu brótast niður. Tí fordómar kunnu oyðileggja. Vit fara eisini við tíðini bara at góðtaka, at soleiðis er. Hesir dómar, ið verða sagdir frammanundan vit vita betur, er ein náðileysur dómur. Ofta eru vit enn tá ikki varug við teir, men skera bara øll náðileyst yvir ein kamb. Fordómar kunnu eisini vera ein sokallaður sáttmáli millum fólk, har tað, sum er rætt og veruligt ikki fær nakran møguleika.

 

Hvat siga fólk á arbeiðsmarknaðinum - stjórar, leiðarar og arbeiðsfólk - til hetta? Bólka tit okkum øll í ein bólk, sum tit ræðast, tí vit á onkran hátt eru eitt sindur øðrvísi?

 

Eg eri vís í, at vit ongantíð eiga at bólka menniskju. Tað er jú bara eitt slag av menniskjum, sum bispur segði, og tað eru menniskju.

 

----

 

Øll vilja vera við, og tað er rætt, at øll eru við í felagsskapinum – nøkur í skipanum, sum gera hetta møguligt.

 

Júst hetta er eisini grundhugsanin í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum varð sett í gildi í Føroyum 1. januar í 2013. Lógin fevnir um tiltøk, ið stuðla undir eitt virkið arbeiðslív hjá teimum, sum hava ella kunnu fáa trupulleikar við at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.

 

Lógin fevnir eisini um tiltøk, ið fyribyrgja avleiðingar av langtíðarfráveru frá arbeiði vegna arbeiðsloysi, sjúku ella øðrum líknandi.

 

Hagtøl frá Almannaverkinum vísa, at eftir hesi fyriskipan og í fyriskipan viðvíkjandi arbeiðsbúgving eru í dag tilsamans 398 føroyingar. Somuleiðis vísa tølini, at 126 eru í tillagaðum starvið og 100 eru í vardum starvi.

 

Um vit leggja tølini saman, so eru her tilsamans 624 føroyingar í slíkum skipanum, og eru hesi øll virkin á arbeiðsmarknaðinum. Aftur at hesum eru 156 føroyingar virknir á teimum fimm verkstøðunum kring landið. So, her eru tilsamans 780 føroyingar virknir í skipanum undir Almannaverkinum.

 

Í ljósinum av, hvussu stóran týdning tað hevur fyri einstaka føroyingin at vera á arbeiðsmarknaðinum, og vitandi um batar seinastu árini, so er spurningurin tó: Hvar eru øll hini, ið ikki hava fingið nakað tilboð um arbeiði ella eina fyriskipan sambært lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk? Eru tey ikki fleiri enn hesi 780?

 

----

 

Fari at nýta høvdið í dag at nevna tvey av mongu málunum, ið MBF virkar fyri.

 

Tað fyrra er, at allir føroyingar skulu vera eins fyri lógini. Sjálvt um vit hava eina lóg um forboð fyri at gera mismun á arbeiðsmarknaðinum, er trupult at síggja virknaðin av lógini í verki.

 

Í niðurstøðunum frá ST nevndini, ið vóru sendar landsstýrinum í oktober 2014, stendur: “Nevndin skundar undir stjórnirnar í Danmark, Føroyum og Grønlandi at seta í verk nýggja víðfevnda tvør-geira lóggávu ímóti diskriminasjón, sum víðkar verjuna út um arbeiðsmarknaðin, og nevndin stendur fast við, at tað at sýta rímiligar tillagingar er diskriminasjón grundað á vanføri.”

 

Hitt er, at vit enn ikki hava eina brekpolitiska ætlan fyri Føroyar, hóast hálvt triðja ár er farið, síðani niðurstøðurnar komu úr ST. Hetta eiga vit at fáa sum skjótast.

 

----

 

Um vit veruliga skulu merkja, at tað er gott hjá øllum at búgva í Føroyum, so skal tað vera vanligari at síggja borgarar við alskyns avbjóðingum á arbeiðsmarknaðinum. Havi hug at siga, eins vanligt og at síggja fólk, ið meta seg onga avbjóðing at hava.

 

Eg fari aftur at hugsa við takksemi um Gail og Mary, sum góvu mær ein møguleika at koma út á bretska arbeiðsmarknaðin. Hvør vil í Føroyum vera sum Gail og Mary? Tey, sum geva teimum, ið hava onkra avbjóðing, møguleika at fara til arbeiðis.

 

----

 

Góðu tit, sum eru komin saman her í dag og tit, sum lurta!

 

Jú, væl kann tað vera, at vit longur ikki hava eins stóran tørv at varðveita 1. mai, sum tað var í 19. øld og tíðin eftir tað. Júst er tað persónliga frælsi og rætturin at vera við í felagsskapinum, sum hevur týdning. Tí hugsi eg, at arbeiðaradagurin eigur at vera nýttur at peika á sjálvsagda rættin hjá okkum øllum at vera til arbeiðis.

 

Eg veit, hvønn týdning tað hevur.

 

Mítt ynski er bæði, at lógir verða settar í verk, og at peningur verður settur av at styrkja um møguleikarnar. Eins havi eitt brennandi ynski um, at fleiri møta slíkum sum Gail og Mary, sum kunnu gera mun í at vera fevnandi, uttan fordómar, og geva onkrum ein gyltan møguleika í felagsskapinum.

 

Fari at takka Havnar Arbeiðarafelag fyri høvið, Havnar Hornorkestur fyri vakurt spæl og ynskja øllum føroyingum góðan arbeiðshug við ynski um, at enn fleiri arbeiðarar við avbjóðingum í komandi tíð verða sjónligari í føroyska samfelagnum - og ynskja Guds signing yvir land okkara.

 

Takk fyri!

Sí allar tíðindagreinar