Algilt snið øllum til góðar
16. May. 2017

Í Ársfrágreiðing 2016 frá Bústøðum varð tosað við MBF um "Algilt snið øllum til góðar". Les ársfrágreiðingina her.

 

Viðtalið við forkvinnuna í MBF kann lesast her:

 

– Tað snýr seg ikki um at siga, hvør skal vera við, men at gera tað møguligt hjá øllum at kunna vera við. Tí hevur tað stóran týdning, at ein byggiharri er víðskygdur, tá farið verður undir at byggja íbúðir, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MBF


Tey flestu okkara hava eitt ynski um, at vit skulu seta føtur undir egið borð. Og sambært ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek, er hetta ein grundleggjandi rættur hjá okkum menniskjum.

 

Tað munnu tó vera tey fæstu okkara, sum hugsa um atkomu, tá vit hugsa um at seta búgv.

 

Orsøkin er ivaleyst, at fá okkara leggja ætlanir eftir tí, sum framtíðin kann hava at bjóða. Vit taka støðu út frá teimum møguleikum, sum vit hava beint nú.

 

Tað er tó ein sannroynd, at umstøður okkara kunnu broytast við tíðini, og hjá summum broytast umstøðurnar eftir einari løtu. Heilsan kann fara at bila, vit kunnu fáa eitt barn við avbjóðingum, ella vit kunnu vera fyri einari vanlukku, sum hevur hesar avleiðingar við sær.

 

Tað er, tá tað óvæntaða hendir, at vit brádliga varnast, at bústaður okkara ikki er atkomuligur fyri øll. Tá eru vit antin noydd at byggja um ella at selja og flyta úr kenda umhvørvinum í annan bústað, ið er atkomuligur.

 

Hugsa í algildum sniði
Hesum kundu vit sloppið undan, um vit frá byrjan høvdu hugsað um algilt snið sum ein møguleika, tá vit skuldu byggja.

 

Algilt snið, tað eitur universal design á altjóða máli, er eitt breitt hugtak, har menniskjan verður sett í miðdepilin. Tað fevnir um alt, sum hevur við menniskju at gera, og tað umhvørvið, sum tey liva og virka í.

 

- Algilt snið er í grundini bara siðbundin byggilist, men víðkað við møguleikanum um at hýsa øllum.

 

Soleiðis at øll kunnu vera við. Fokus verður flutt frá bólkinum av fólki, ið sigst hava manglar ella ikki eru førur fyri at vera við, til at viðurkenna, at menniskju eru ymisk, og tað skulu bygningar og umhvørvi rúma við algildum sniði, sigur Tóra við Keldu.

 

Hon er forkvinna í MBF, og í hennara hugaheimi snýr tað seg um at fáa fólk at síggja fyrimunirnar við algildum sniði.

 

– Í mínum hugaheimi snýr tað seg ikki um at siga, hvør skal vera við, men at gera tað møguligt hjá øllum at kunna vera við, sigur hon.

 

Lættari at ynskja enn at fremja í verki
Sjálvt ynskið um, at øll skulu kunna vera við og uppliva javnrættindi, er skjalfest. Og politisk semja er um, at útboðið av bústøðum og kostnaðurin av bústøðum eru á einum støði, har øll við tíðini fáa møguleika at ogna sær eitt heim, sum passar til teirra tørv.

 

– Egið heim eigur at gerast møguleiki hjá øllum borgarum, og tað er rætt, tá ið ynski er um, at bústaðapolitikkurin í Føroyum skal geva rúm fyri, at menniskju eru ymisk, sigur Tóra við Keldu.

 

Hon leggur afturat, at øll eiga at fáa í boði egnan bústað, so ella so, og um neyðugt við atknýttum tænastum og tilboði um hjálp eftir tørvi.

 

– Vit kenna í dag til loysnir, har ymisleikin kann búgva saman. Har bústaðaøki ella eindir geva rúm fyri ymiskum menniskjum. Um fólk skulu, sum skjalfest er, fáa møguleika frítt at velja, hvar, saman við hvørjum, ella hvussu tey vilja búgva, so eiga allir bústaðir, ið bygdir verða, t.d. at vera egnaðir til fólk við rørslu-, menningartarni ella øðrum avbjóðingum, sigur forkvinnan í MBF.

 

Vælferðarsamfelagið og algilt snið
Tankin um inklusjón og samanhald, har øll kunnu luttaka, er kjarnin í okkara vælferðarfyrimynd. Málið er haldgóð bygging, ið skal vera lætt atkomulig fyri øll, vísir forkvinnan í MBF á.

 

– Vegir, viðarlundir, bygningar og almennir ferðamøguleikar skulu vera atkomulig hjá øllum. Byggireglurnar í Norðurlondum eru rættiliga eins, og tá bygt verður, ella tá bygt verður um, skal atlit takast til serligar reglur viðvíkjandi atkomu. Hesar reglurnar eru tó bara galdandi, tá tað snýr seg um almenna bygging og ikki fyri privatar bústaðir, sigur Tóra við Keldu.

 

Og tá talan er um bygging, sum Bústaðir standa fyri, eigur tankin um algilt snið at vera fyrimyndin, heldur hon. – Um vit eru púra erlig, so eru øki í dag, har nøkur ikki eru vælkomin. Nøkur fáa ikki møguleika at vera við, hóast tey ongan áhuga hava í at vera fyri tí mismuni, sum onnur menniskju eru orsøk til, og sum tey ikki tykjast sinnað at broyta til tað betra. Spurningurin er tí, hvør hevur viljan í verki at møta ynskinum hjá menniskjum at seta búgv og skapa sær egið heim, sigur Tóra við Keldu.

 

Í sambandi við, at Norðurlendska ráðharraráðið í 2015 bað um eina frágreiðing við tilmælum um, hvussu og á hvørjum økjum Norðurlond kunnu samstarva um algilt snið og atkomu, var eitt av tilmælunum at síggja sanna virðið í algildum sniði.

 

– Ráðgevandi bólkurin, har Ása Olsen, aðalskrivari, umboðaði MBF, skrivar í sínum tilmæli, at Norðurlond eiga at menna felags reglur fyri at betra atkomu í øllum Norðurlondum, málrætta arbeiðið við at skráseta, hvussu nógvir atkomuligir bústaðir eru, hvør upplivir forðingar í tí fysiska umhvørvinum og at kanna eftir, um kommunur hava eina virkisætlan viðvíkjandi algildum sniði. Eisini eigur algilt snið og sjónarmiðið um “samfelagið fyri øll” at vera við í altjóða marknaðarføring av Norðurlondum sum øki, sigur Tóra við Keldu.

 

Og hon leggur afturat:
– Vit menniskju eru ymisk, og vit eiga at gera samfelagið búgvið til at bjóða ymisleikanum vælkomnum, so tað gerst ein sjálvfylgja, at øll menniskju hava sama møguleika at liva og virka í samfelagnum.

Sí allar tíðindagreinar