Atkomulig ferðavinna fyri øll
20. May. 2017

Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum - Ísland, Føroyar og Grønland

 

Undir heitinum “Access Vest-Norden 2017” var ráðstevna 19. mai í Norðurlandahúsinum. Her var bæði ein viðkomandi bóklingur og nýggj heimasíða um atkomuliga ferðavinnu fyri øll í Útnorðurøkinum løgd fram.

 

Bóklingurin, Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum, er at finna her.

Vitja heimasíðuna hjá Access Vest-Norden her.

 

Taleb Rifai, aðalskrivari í UNWTO, United Nations World Tourism Organisation, hevur sagt:

 

”Atkomulig ferðavinna er ein týðandi lutur í øllum ábyrgdarfullum og burðardyggum ferðavinnupolitikki. Tað er ein mannarættur eins væl og ein einastandandi handilsligur møguleiki. Fram um alt mugu vit síggja, at atkomilig ferðavinna ikki bert gagnar fólkum við vanføri ella serligum tørvi; hon gagnar okkum øllum.”

 

Soleiðis byrjar eisini bóklingurin “Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum”. 

 

Í fororðunum til bóklingin stendur, at “eitt ferðamál gevur onga meining uttan ferðafólk, og nógv ferðafólk eru ikki før fyri at vitja eitt ferðamál, sum ikki hevur atkomu, líka mikið hvussu lokkandi tað er. Fyri at øll ferðafólk skulu hava møguleikan at vitja eitt ferðamál, má atkoman vera góð, tí hon er ein av fleiri týðandi lutum, sum ávirka ferðafólk, tá tey velja sær ferðamál og støð at vitja.”

 

Víðari stendur, “at tryggja ferðafólkum í Útnorðurøkinum Íslandi, Føroyum og Grønlandi atkomu er ein stór avbjóðing, sum uttan iva fer at gera tað meira lokkandi og tryggari hjá øllum ferðafólkum at vitja, óansæð hvussu teirra likamligu førleikar eru. Hetta hevur serligan týdning, tá havt verður í huga, at í Útnorðurøkinum ferðast ferðafólk í stóran mun til og í tí ókenda. Vitanin um, at grundreglurnar um atkomu verða virdar, hevur tí serliga stóran týdning fyri tey.”

 

Víst verður eisini á, at bóklingurin er ein vegleiðing, ið kann veita praktiska kunning um, hvussu atkoma til ferðavinnuhentleikar kann betrast, og við at leggja dent á at gera atkomu til ferðavinnuhentleikar til eitt aðalmál í hesum landafrøðiliga økinum, er vónin, at vegleiðingin kann vera grundarlagið fyri betri ferðavinnuumstøðum í árunum, sum koma.

 

Í bólkinum, sum gjørdu arbeiðið, vóru:

 

Birna Hreiðarsdóttir, Norm Consulting

Harpa Ingólfsdóttir, Gott aðgengi ehf

Ása Olsen, aðalskrivari í MBF

Theresa Turidardóttir, Visit Tórshavn

Peter Barfoed, Arkitekt maa, Tegnestuen Nuuk A/S

Sí allar tíðindagreinar