Teknmál viðurkent sum alment mál
06. Jul. 2017

MBF fegnast saman við limafeløgunum Deyvafelag Føroya og Felagnum fyri hoyribrekað um, at teknmál umsíðir varð viðurkent á Føroya Løgtingi 5. juni 2017.

 

Bæði Deyvafelag Føroya og Felagið fyri hoyribrekað hava í mong ár stríðst fyri støðuna hjá teknmálinum og kemur viðurkenningin at hava stóran týdning fyri teknmálið og teknmálsbrúkarar í Føroyum.

 

Málráðið skal nú víðka virksemi sítt til eisini at varða av teknmáli. Nýggjur limur, ið hevur førleika á hesum øki, verður limur í Málráðnum, sum m.a. fer at hava til uppgávu at savna orð, orðasambond, orðanýtslu, at svara spurningum frá myndugleikum og almenninginum um nýtslu málsins, at skriva um málið, gera vegleiðingar o.a. Afturat hesum er ynski um, at teknmál verður kjølfest í málsliga granskingarumhvørvinum hjá málráðnum.

 

Hetta er alt í tráð við ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, sum Føroya Løgting samtykti at galda fyri Føroyar í 2009.

 

Í hesum sambandi er vert at vísa á, at í februar í 2014 sendi MBF skuggafrágreiðing til ST. MBF var tá í Genève til hoyringina hjá ST í tveimum umførum, og í september 2014 kom greitt yvirskipað tilmæli frá ST nevndini til Føroya Landsstýri.

 

Millum tilmælini var niðurstøða út frá grein 21 í ST sáttmálanum: Tali- og áskoðanarfrælsi og atgongd til kunning

...Nevndin mælir til, at Føroya Landsstýri viðurkennir føroyskt teknmál sum eitt alment mál.

 

MBF fer komandi tíðina at fylgja gongdini í málinum, og tað gleðir okkum samstundis at síggja, at Føroya Løgting og Føroya Landsstýri við hesum alt meira er byrjað at seta niðurstøðurnar frá ST nevndini í verk. 

Sí allar tíðindagreinar