MBF og Atlantic Airways undirskrivað seravtalu um fylgjaraskipan
30. Aug. 2017

Á fundi á skrivstovuni hjá Atlantic Airways í dag varð seravtala fyri fólk, ið hava rætt til fylgjarakort frá MBF, undirskrivað.

 

Avtalan merkir, at fylgjarin hjá tí ferðandi, sum hevur MBF fylgjarakort, fær 50% í avsláttri av grundprísinum, tó ikki av ferða- og avgreiðslugjøldum, og øðrum serprísum. 

 

Vit eru rættiliga fegin um avtaluna, ið heilt víst kemur nógvum fólkum tilgóðar.

 

Síðan MBF gjørdi fyrstu avtaluna um fylgjaraskipan, ið kom í gildi 1. januar 2015, er skipanin vorðin rættiliga víðfevnd. Við hesari avtaluni við Atlantic Airways í dag eru fá støð, ið ikki eru fevnd av fylgjaraskipanini, og hetta fegnast vit um.

 

Onki er at ivast í, at fylgjarakortið er komið fyri at vera, og vóna vit, at so mong sum gjørligt fáa ágóðan av kortinum.

 

Á myndini eru Ása Olsen, aðalskrivari í MBF, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, og Tóra við Keldu, forkvinna í MBF.

Sí allar tíðindagreinar