Skrivstovan stongd týsdagin vegna ráðstevnu, sum verður stroymd, so tú kanst fylgja við
11. Sep. 2017

Týsdagin 12. september verður MBF skrivstovan stongd vegna ráðstevnuna "Bryt Tabút", sum er í Norðurlandahúsinum. Opið verður aftur mikumorgunin kl. 10:00.

 

Um tú hevur áhuga fyri ráðstevnuni, kanst tú fylgja, tí hon verður stroymd. Trýst á leinkið her: "Bryt Tabút"

 

Á heimasíðuni amr.fo stendur, at stórur áhugi er fyri norðurlendsku ráðstevnuni.

 

Evnið á ráðstevnuni er kynsligur ágangur og sexualitetur hjá fólki, sum bera brek. Í fyrsta lagi er endamálið at staðfesta, at fólk, sum bera brek, eisini hava rætt til eitt kynslív. Í øðrum lagi staðfesta vit, at fólk, sum bera brek, kunnu vera í størri vanda fyri at vera fyri kynsligum ágangi.

 

At fólk, sum bera brek, eru fyri ágangi, vita vit. Gransking aðrastaðni vísir, at hesi fólk eru í størri vanda fyri ágangi, enn onnur fólk. Og samstundis fáa tey minni stuðul, eftirsum vit hava lyndi til at síggja skerda førleikan ella brekið, heldur enn sjálvan ágangin.

 

Tað er trupult at tosa um kynsligan ágang og annan harðskap. Uppaftur truplari vísir tað seg at vera, tá viðkomandi, sum er fyri ágangi, ber eitthvørt brek. Tí skipar Almannamálaráðið/Sig frá, saman við Nordisk Velfærdscenter, fyri slóðbrótandi norðurlendsku ráðstevnuni, sum skal varpa ljós á hesi viðurskifti.

 

Um 20 fólk úr øllum Norðurlondum hava framløgur og fyrilestrar um mong ymisk evni, sosum kynslív og brek, kynslív og persónligur stuðul, rættindi, skyldur og fyribyrging. Á ráðstevnuni verða eisini nýggir filmar og undirvísingartilfar lagt fram.

 

Ráðstevnan er skipað sum eitt av átøkunum í Heildarætlan um kynsligan ágang.

 

Vilja tit vita meira um ráðstevnuna, eru tit vælkomin at ringja: Doris Bjarkhamar, 734036, ella Elin Winther Poulsen, 734055.

Sí allar tíðindagreinar