Norðurlendsku meginfeløgini fund í Føroyum
12. Sep. 2017

Í dag 12. september hava norðurlendsku meginfeløgini úr Norra, Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Føroyum verið á fundi. Áland og Grønland vóru ikki umboðað hesaferð.

 

Á skránni var sum altíð "Norden rundt", sum gevur londunum møguleika at siga, hvat meginfeløgini síðani seinast hava arbeitt við.

 

MBF legði dent á, at í Føroyum er tað ikki møguleiki hjá tunghoyrdum at fylgja við í føroyskum sendingum í Kringvarpi Føroya. Á hesum økinum eru ongir batar at hóma. Hini norðurlendsku londini eru komin longri á hesum økinum og geva okkum eina vón um, at tað eisini fer at bera til í Føroyum.

 

Eisini vísti MBF m.a. á vónirnar um, at tað skjótt verður gjørd ein brekpolitiska ætlan fyri Føroyar, at ein menniskjarættindastova verður sett á stovn, sum kann gera tað møguligt at seta grein 33 í ST sáttmálanum í verk, og at fundur hevur verið við landsstýriskvinnuna í Almannamálum um, hvussu vit kunnu arbeiða víðari við niðurstøðunum, sum komu út ST í 2014.

 

Eins og undanfarnir fundir gevur hetta punktið eina mynd av, hvussu stór avbjóðingin hjá fólki, ið bera brek, er. Hetta í nógvum, um ikki øllum, viðurskiftum í gerandisdegnum.   

 

Júst hetta kunnu norðurlendsku londini samstarva um og vónandi gera vælkomnar batar.

 

Á myndini eru: 

Finnland – Pekka Tuominen og Pirkko Mahlamaki

Ísland – Ellen Calmon og Lilja Þorgeirsdóttir

Føroyar – Tóra við Keldu og Ása Olsen
Svøríki – Mia Ahlgren

Norra – Lily Ann Elvestad og John Berg-Jensen

Danmark - Sif Holst

Sí allar tíðindagreinar