Ráðstevnan "Bryt Tabút!": Rætturin at vera tann eg eri
12. Sep. 2017

Møguleiki er at hyggja at øllum framløgunum frá týsdegnum her: Ráðstevnan Bryt Tabút!" týsdagin

 

Rætturin at vera tann eg eri...

 

... og tá ið eg sigi hetta, ljóða orðini væl. Svarið eg vanliga fái uppá setningin er: “Sjálvandi hevur tú rætt til at vera tann tú ert!”

 

Hinvegin liggja tvey týdningarmikil evni í hesum setninginum. Annað ræður um sjálvan rættin eg havi til at vera tann, eg eri, og hin leggur upp til spurningin, hvør eri eg í veruleikanum.


Uppgávan at svara hesum spurningi er ikki løtt. Tí er í summum førum neyðugt, at fleiri standa saman um uppgávuna.

 

Eg veit tó, at “bara” tað, at eg eri (til), gevur mær nøkur grundleggjandi rættindi. Mannarættindi. Og harvið finni eg eisini svar. Eg kann peika á Mannarættindasáttmálan, tí eg eri menniskja, og um eg var eitt barn, so peikaði eg á barnarættindasáttmálan. Tí eg beri brek, peiki eg á ST sáttmálan um rættindini, sum eg havi sum einstaklingur.

 

Tá ið rættindini standa skrivað svart uppá hvítt, so kann tað onkuntíð vera lættari at kenna til míni rættindini, enn at kenna ella vita, hvør eg í veruleikanum eri. Tað krevur eitt sindur meira. Tað er meira persónligt. Tað er í grundini ikki altíð so lætt at vita, tí veruleikin er heldur ikki altíð ein konstantur veruleiki, og tí eg eri samansett av fleiri pørtum, sum gera meg til eina heild. Eitt menniskja. Eitt menniskja, sum fram um dýrið hevur eina vitsku. Hetta merkir m.a., at vit sum menniskju eru einstaklingar og hugsandi, sansandi verur – sum tó finna tryggleika í felagsskapinum.

 

Vitandi um rættindini, sum eru skrivað, so hevur tað týdning, at eg í felagsskapinum kenni meg elskaða og virðismetta, men tað hevur eisini týdning, at eg viðurkenni meg sjálva, hvussu eg síggi út og kropp mín. Sjálvsmyndin og sjálvsálitið er tengt at hesum og harvið eisini sálarliga heilsan. Soleiðis er tað fyri okkum øll.  

 

Tað er her eg í dag havi hug at steðga á. Eg, og vit øll, eru jú samansett. Ein partur av okkum øllum ræður um nakað so grundleggjandi sum kyn, kynslív og harvið eisini kropp okkara. Kynslívið er ein natúrligar partur av øllum menniskjum – eisini okkum, sum bera brek. 

 

----

 

Eitt sindur løgið. Tá ið eg setti meg og skuldi seta orð á, hvat kynslív er, ella hvussu tað kann forklárast, so fór eg skjótt at ivast. Ja, hvat er tað í veruleikanum? Eg fór at lesa og leitaði á netinum og fekk har at vita, at:

 

”Kynslívið er ein samantvinnaður partur av persónsmenskuni hjá øllum menniskjum. Kynslív er ein grundleggjandi tørvur og partur av at vera menniskja, sum ikki kann skiljast sundur frá øðrum pørtum av lívinum.

 

Kynslív merkir ikki tað sama sum samlega. Kynslív er heldur ikki tað sama sum at fáa fulnað og heldur ikki tað sama sum eitt erotiskt lív. Tað kann vera partur av okkara kynslívi,  men nýtist ikki at vera tað.

Kynslív er nógv meira enn hetta. Tað er tað, sum drívur okkum at søkja kærleika, hita og nærleika. Hetta gerst sjónligt soleiðis sum vit kenna (føla) okkum, røra okkum, nerta við og verða nortin við. Her ræður eins nógv um at vera sansalig sum kynslig. Kynslívið hevur ávirkan á tankar, kenslur, handligar og samveru okkara og harvið eisini bæði á sálarliga og kropsliga heilsu okkara.

 

Tá ið heilsa og sálarlig heilsa er ein grundleggjandi mannarættur, merkir

tað samstundis, at kynslig heilsa eisini er grundleggjandi mannarættur.”[1]

 

----

 

Í veruleikanum skulu vit inn í kjarnin av tí at vera eitt menniskja. Ráðstevnan í dag eitur “Bryt tabut!” Yvirskriftin boðar frá, at her er nakað, vit eiga at taka í álvara. Somuleiðis eru her viðurskifti, sum vit eiga at gerast betri til at taka upp – bæði við hvønn annan og við tey, sum kenna seg ovbyrjað av at stríðast við tað, sum á mangan hátt er fyritreyt fyri góða lívinum. Hetta er ikki, sum vit kanska hava lyndi til at hugsa, ósømiligt at tosa um ella ov viðkvæmt at taka upp. Tí einans við at seta orð á hetta, gerst tað natúrligt.

 

Vit tosa ikki bara um kynslív hjá fólki, ið bera brek, men eisini um kynsligan ágang. Fyrst skulu vit staðfesta, at vit, sum bera brek, hava eitt kynslív. Síðani kunnu vit staðfesta, at vit, sum bera brek, kunnu vera í størri vanda fyri at vera fyri kynsligum ágangi. Hetta er ein álvarslig avbjóðing.

 

Í kunning frá Almannaráðnum um ráðstevnuna verður enntá staðfest: “At fólk, sum bera brek, eru fyri ágangi, tað vita vit. Gransking aðrastaðni vísir, at hesi fólk eru í størri vanda fyri ágangi, enn onnur fólk. Og samstundis fáa tey minni stuðul, eftirsum vit hava lyndi til at síggja skerda førleikan ella brekið, heldur enn sjálvan ágangin.”

 

Víðari stendur, at “tað er trupult at tosa um kynsligan ágang og annan harðskap. Uppaftur truplari vísir tað seg at vera, tá viðkomandi, sum er fyri ágangi, ber eitthvørt brek.”[2]

Júst tí hevur Almannamálaráðið og Sig frá, saman við Nordisk Velfærdscenter, skipað fyri norðurlendsku ráðstevnuni – takk fyri tað.

 

----

 

Sum eg byrjaði við, so skulu vit sjálvandi kenna rættindi okkara, men vit skulu samstundis gerast betur til at kenna okkum sjálvi. Vit, sum bera brek, eru als ikki øðrvísi enn onnur. Og tí er tað óivað óneyðugt mær at siga tykkum, hvussu stór hendan avbjóðingin í veruleikanum er, tí vit eru øll so ótrúliga ymisk – eins og øll onnur.

 

Fyri okkum kann tað eisini vera ein avbjóðing at kenna okkum sjálvi, og tí hava summi okkara brúk fyri hjálp til hetta. Samskifti, vegleiðing, ráðgeving, samvera og møguleikar at vera virkin og læra at kenna egin mørk – tað er tað, sum hevur stóran týdning at fáa at virka.   

 

Eg kann stutt vísa til ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. 

 

(Grein 17) Ein og hvør, ið ber brek, hevur rætt til virðing fyri sínum likamliga og sálarliga sjálvræðisrætti á jøvnum føti við onnur.

 

(Grein 16) Føroyar skulu taka øll hóskandi stig til at verja fólk, ið bera brek, fyri einari og hvørjari eyðræning, harðskapi og misnýtslu, og eisini viðurskiftum sum viðvíkja kyni.

 

Tryggjast skal kyns- og aldursstýrd ráðgeving og stuðul til fólk, ið bera brek, og teirra avvarðandi og hjálparar, eisini við at geva upplýsing og uppvenjing í, hvussu ein sleppur undan, verður varugur við og boðar frá tilburðum við eyðræning, harðskapi og misnýtslu.

 

(Grein 23) Beinast skal burtur mismunur móti fólki, sum bera brek í øllum viðurskiftum, sum viðvíkja giftarmáli, familju, foreldraskapi og persónligum sambandi á jøvnum føti við onnur til tess at tryggja... (a.) at rætturin hjá øllum fólkum í giftingarførum aldri, sum bera brek, til at gifta seg og stovna familju, sum byggir á frælst og fult samtykki hjá báðum framtíðarhjúnafeløgunum, verður viðurkendur.

 

Rættindini eru staðfest. Men ráðstevnan bæði í gjár og í dag “Brut tabut!” boðar frá, at her er nakað at arbeiða við. Skyldurnar, sum Føroyar – eg og tú – hava mótvegis teimum, ið hava avbjóðingar, eru staðfest, men spurningurin er, hvussu vit laga umstøðurnar soleiðis, at hetta gerast veruleiki.  

 

Eg fari í dag ikki at gera meg klóka upp á tey stóru tabuini, sjálvt kynslívið ella um vandan fyri kynsligum ágangi ella harðskapi. Tað lati eg tykkum fakfólk, sum skulu luttaka í dag, gera. Eg fari tó at staðfesta, at her eigur munagott arbeiði at gerast, so vit kenna betur til føroysku viðurskiftini hesum viðvíkjandi. Tí vil eg staðiliga heita á tykkum øll og politiska myndugleikan, ikki longur at lata hetta vera eitt tabu. Hetta er ein veruleiki, sum vit eiga at seta orð á, gera nakað við og als ikki at góðtaka.

 

----

 

At fólk yvirhøvur skulu ivast í mínum rættindum, fyri síðani at ivast í, um vit, sum bera brek, hava tørv á einum kynslívi, gera meg ørkymlaðan. Hetta er einki at ivast í. Eins og øll onnur hava vit rættindi og skulu eisini hava møguleika til eitt kynslív, sjálvandi um vit ynskja tað – eins og øll onnur.

 

Í 1982 giftust Joni Eareckson og Ken Tada. Tá góvu tey hvør øðrum sítt ja at liva saman í viðgongd og mótgongd og harumframt alt tað, sum sermerkt við Joni – tann veruleika, at hon hvørki fekk brúkt armar ella bein og var bundin til koyristól. Júst her liggur ofta tað, sum onnur kunnu ræðast.

 

Ken sigur, at fólk undraðust á, at ein maður, sum var væl fyri sá nakað í eini kvinnu, ið bar brek. Hvat var dragandi ella eggjandi í tí, og hvat sá hann í henni? Ken sá nakað, sum fleiri onnur ikki sóu. Hann sigur, at tey, sum kenna Joni, vita, at hon hevur eitt vakurt hjarta og hon er vøkur innan. Eg gjørdist forelskaður í henni.

 

Joni sigur, at hon var bangin, tá ið hon møtti Ken, sjálvt um hon helt, at hon hevði livað nóg leingi einsamøll. Hon ferðist nógv og dámdi sítt frælsi, men hinvegin visti hon, at eingin hevði nakrantíð spurt hana um at koma út við sær.

 

Joni og Ken møttust og komu at kennast, og eitt kvøldið bjóðaði hann henni út. Hann var søgulærari og næmingarnir undraðust á, at hann vandi so nógv. Men tað, sum Ken visti, var, at um hann skuldi bjóða Joni út, so mátti hann gera tað sjálvur, eisini at lyfta hana úr og í koyristólin.

 

Og hetta var bara byrjanin til tað, sum slettis ikki líkist teimum vanligu, vøkru og einføldu romantisku søgunum, vit vanliga siga hvør øðrum.

 

Fyrstu ferð tey vóru úti, fóru tey í biograf, og tað kvøldið mátti Ken bæði skifta posan og tøma posan við pissi aftan fyri eitt træ. Ja, tað, sum fer inn, má eisini út aftur, men tað høvdu tey ikki hugsað um, áðrenn tey fóru frá húsum.

 

Vinirnir høvdu ávarað Ken, og teir royndu at fáa tey at fara burtur saman eitt vikuskifti einsamøll, so hann veruliga kundi síggja, hvussu stór avbjóðingin var. Men hann noktaði, hóast tað var eitt hav av ósvaraðum spurningum um, hvussu hetta fór at ganga.

 

Og tey fyrstu árini vóru trupul, tí Ken mátti gera alt einsamallur. Hann mátti vaska smyrslið av andlitinum hjá Joni, hjálpa henni á vesi og venda henni í songini um náttina, tí tað kundi hon heldur ikki. Hann undirvísi um dagin og keypti inn eftir arbeiðstíð. Hetta kravdi nógv meira, enn hann hevði hugsað og væntað. Tað var kropsliga møðandi og sálarliga ein avbjóðing.

 

Einaferð segði hann við Joni, at hann kendi tað, sum var hann komin í eina fellu – og hendan kenslan gav honum skuldarkenslu.

 

Her var samveran og samtalan góð. Joni svaraði bara: “Um eg var tú, so hevði eg følt akkurát tað sama. Tað er ikki tín feilur.”

 

Tá gjørdu vit av ikki at fylla hvønn annan við vreiði, men heldur at biðja um hjálp og at vera opin og erlig við hvønn annan og loysa trupulleikar við at tosa um teir, heldur enn at goyma ella grava teir niður.

 

Sum Joni sigur: “Eg haldi, at tað er ein fyrimunur, at eg giftist við besta vini mínum. Brek hevur ikki verið í vegin fyri kropsliga nærleika okkara, men vit vita og hava roynt, at tað er meira í romantikki og kynslívi, enn tað sum hendir frá beltinum og niður.”

 

Tað er alt hetta, bæði tað vakra og avbjóðingarnar, skulu vit tora at seta orð á.

 

----

 

Um tit spyrja meg, sum ein, ið ber brek, so haldi eg, at vit eiga at styrkja um persónligu bondini. Hervið eiga vit at gera grundleggjandi rættindini galdandi og gera karmar soleiðis, at fólk, ið bera brek, fáa møguleika at læra seg sjálvan at kenna, um neyðugt at fáa dygdargóða undirvísing og ráðgeving – so tey ikki t.d. sjálvi sita eitt nú á netinum og leita sær ósáldaða vitan, sum sjáldan hevur nakað við veruleikan at gera – fáa møguleika at koma út, vera saman við øðrum og um á nakran hátt gjørligt at møtast og natúrliga gerast góð við ein, sum tey eisini kunnu luta lívið saman við.

 

Ja, kynslív hevur týdning, tó hevur umsorgan, nærleiki, kærleiki og góðar løtur saman, uttan at kynslívið endiliga er í miðdepli, stóran týdning.   

 

Joni Eareckson Tada hevur sagt: “Um tú veruliga trýrt uppá virði á lívinum, so hevur tú umsorgan fyri teimum veikastu og mest viðbreknu borgarunum í samfelagnum.”  

 

----

 

Við vón um at vit saman megna at knúsa hesi tabu, vil eg takka tykkum fyriskiparum og øllum tykkum, sum vísa hesum áhuga og vilja at gera nakað munagott hesum viðvíkjandi. Tá fara føroyingar at merkja, at her kunnu vit liva út rættin at vera tann, vit eru.

 

Takk fyri!

 

Sí allar tíðindagreinar