Innlegg um verkætlanina "Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum"
14. Sep. 2017

Týsdagin 12. september hevði Ása Olsen, aðalskrivari í MBF, eitt innlegg um verkætlanina um atkomuliga ferðavinnu í Útnorður økinum, sum er gjørd í samstarvi millum Føroyar, Ísland og Grønland.

 

Sjálv verkætlanin byrjaði á heysti 2015 og varð liðug í mai 2017.

 

Trýst her og les verkætlanina.

 

Tá ið alment tosað verður um atkomu til ferðavinnumál og -hentleikar, verður dentur serliga lagdur á tríggjar høvuðstættir, sum allir hava samband við hvønn annan:

  • Umstøðurnar í einum bygdum umhvørvi við atkomu, sum er nógv tað størsta evnið
  • Kunning til ferðafólk um atkomu
  • Upplæring av starvsfólki, sum er grundleggjandi fyri at gera atkomuligar hentleikar í ferðavinnuni væleydnaðar

Tað er norðurlendska ráðharraráðið, sum hevur skilmarkað Útnorðurøkið sum Ísland, Føroyar, Grønland saman við norsku vesturstrondini.

 

Av tí at Noreg hevur sína egnu ætlan fyri atkomuliga ferðavinnu, fevnir hendan verkætlanin um Føroyar, Ísland og Grønland.

 

Ein áhugaverdur spurningur í hesum høpi er, um Føroyar, Ísland og Grønland hava nóg nógv felags til at kunna gera eina felags strategi fyri hesi trý londini.

 

Hóast ávísir landafrøðiligir, søguligir og mentanarligir munir verður mett, at hesi trý londini hava nóg nógv felags eyðkenni til at byggja grundarlagið fyri eini felags strategi um atkomuliga ferðavinnu fyri øll.

 

Hesi trý londini í norðuratlantshavinum hava meira til felags enn flest onnur øki í Evropa, tá tað ræður um óspilt landsløg og náttúru, sum gera økið bergtakandi hjá ferðafólkum at vitja.

 

Knortluta landslagið í økinum ger tað til eina avbjóðing at byggja eitt gott undirstøðukervi, sum er álítandi og atkomuligt hjá øllum ferðafólkum.

 

Um vit skulu samanbera hetta økið við evropeiska meginlandið, hevur Útnorðurøkið nakrar øðrvísi avbjóðingar viðvíkjandi atkomuligari ferðavinnu.

 

T.d er einasti møguleiki at koma til Føroyar, Ísland og Grønland antin at koma við flogfari ella við skipi. Um vit samanbera við restina av evropeiska meginlandinum, er møguligt at koyra við bili ella taka tokið fyri at vitja onnur lond.

 

Størsta avbjóðingin fyri ferðavinnu í Útnorðri tey komandi árini er, at londini mugu byggja upp eitt sunt undirstøðukervi, ið tryggjar atkomu í øllum ætlanum.

 

Tá ið vit tosa um atkomu í Útnorðri, er hetta eitt evni, ið má takast upp. Á sama hátt sum alla aðra staðni í heiminum, verður væntað, bæði politiskt og av altjóða samfelagnum, at lond satsa uppá burðardygga ferðavinnu.

 

Tann grundleggjandi tankin, tá ið vit tosa um atkomuliga ferðavinnu er, at gera umstøðurnar soleiðis, at øll kunnu brúka, njóta og vitja ferðamál.

Tað er ein skeivur hugburður at siga, at atkomulig ferðavinna einans er fyri fólk, ið nýta rullistól.

 

Atkomulig ferðavinna ávirkar okkum øll. Tí er tað umráðandi, at tá lond skulu gera eina ætlan fyri ferðavinnu, at hugsað verður um øll fólk. Ein avgerð um atkomu kann ikki útihýsa fólk, ið nýta rullistól ella fólk, ið bera ávís brek.

 

Hagtøl frá WHO frá 2011 vísa, at eini 15 % av øllum íbúgvum í heiminum bera eitt ella annað brek, harafturat verður mett, at umleið 30 % av vanliga fólkinum onkuntíð hava brúk fyri góðari atkomu, og at fleiri seinni í lívinum fáa eitthvørt brek.

 

Um ein hugsar um øll tey, ið hava brúk fyri betri atkomu til ferðamál, tosa vit um persónar, ið bera brek, eldri fólk, kvinnur, ið eru við barn, familjur við smáum børnum. Umleið 30 – 40 % av øllum íbúgvum í heimunum hava gagn av góðari atkomu.

 

Atkoma er alt, ið ger tað møguligt hjá okkum at koma til, at sleppa inn í, at fara út úr og nýta hús, handlar, sjónleikarhús, parkir, ja, alt rundan um okkum.

 

Atkoma ger, at vit kunnu luttaka í sosialum samanhangum og virksemi annars.

 

Vit kunnu eisini siga, at atkoma avgerð, hvussu lætt ella trupult tað er at koma til eitt stað, og hvussu nógvir møguleikar staðið hevur.

 

Byrjað er eisini at tosa um eina nýggja altjóða visjón, har vit meir og meir síggja tað neyðuga í at sameina persónar, ið bera brek í allar partar av samfelagnum. Tað, ið ein hevur eyguni eftir er, at tað ikki er persónurin, ið ber brek, ið er avbjóðingin, heldur er tað alt rundan um persónin, normar, umhvørvi og hugburður, ið eru við til at skapa forðingar viðvíkjandi atkomu.

 

Betri atkomuligt eitt ávíst øki er, fleiri ferðafólk hava møguleika fyri at vitja økið. Tá ið vit tosa um, at gera atkomuliga ferðavinnu á øllum økjum í

 

Útnorðri til veruleika, mugu vit ikki síggja hetta sum ein stór fíggjarlig útreiðsla. Mangan snýr tað seg um at arbeiða málrættað við at gera smáar og einfaldar loysnir, ið geva batar.

 

Um Útnorður kann finna eina loysn at samstarva, verður økið sterkari, og møguleikin verður fyri at seta fleiri realistisk mál.

 

Greinarnar í ST sáttmálanum fyri einstaklingar, ið bera brek. ið serliga eru nýttir í arbeiðinum við verkætlanina, eru grein 9, grein 30, grein 3 og grein 2.

 

Vísandi til grein 2 í ST sáttmálanum er algilt snið at skilja sum snið á vørum, umhvørvi, skipanum og tænastum, sum øll kunnu nýta mest møguligt uttan at tillagingar og serskilt sniði eru neyðug. Algilt snið forðar ikki fyri at útvega hjálpartól til fólk við ávísum breki, tá ið tørvur er á teimum.

 

Út frá prinsippinum um algilt snið mugu vit hugsa atkomu frá byrjan og ikki tá ið vøran, tænastan ella bygningurin longu eru gjørd.

 

Atkoma kann samanberast við eina ketu, ið er sett saman av fleiri liðum.

 

Fyri at ein persónur, ið er rørslutarnaður, skal kunna koma runt í bygninginum t.d. til ein fund er neyðugt, at parkeringsplássið, inngongdin, móttøkan, vesi og fundarhølið er atkomulig, annars kann persónurin ikki nýta bygningin.

 

Í besta føri er atkoma til ymisku støðini bygd upp eftir, hvussu støðini hanga saman. Fólk ganga, koyra í bili ella bussi frá stað til stað, men fyri persónar við rørslutarni, má alt hanga saman. Ongin er sterkari enn veikasta liði.

 

Atkoma má tryggjast í øllum pørtum av ferðini. Hetta merkir, at eitt hotell, ið hevur góðar atkomumøguleikar innan, er ikki atkomuligt fyri ein persón, ið nýtir rullistól, um viðkomandi ikki sleppur inn á hotellið. Á sama hátt er ein park ikki atkomulig, um onki handikapp vesi er.

 

Tí kunnu vit mæla til, at ymisk ferðamál hugsa um møguleikan at samskipa eitt atkomuligt øki, har persónar, ið eru rørslutarnaðir, kunnu føla seg tryggan í, t.v.s., at staðið er atkomuligt.

 

Nakrar av niðurstøðunum í verkætlanini eru: at tað er umráðandi við samstarvi millum almennar, privatar og ferðavinnuna í økinum fyri at fáa samstarv millum londini.

 

Tað eigur at bera til at skapa meiri formelt samstarv millum londini við tí endamáli, at økið verður atkomuligt fyri øll.

 

Endamálið kann eisini verða at fáa altjóða viðurkenning sum atkomuligt fyri øll.

 

Íbúgvaratalið í hesum trimum londunum, Føroyar, Ísland og Grønland, er avmarkað, men tað er møguligt at skapa eina sterka rødd í altjóða samstarvi við fokus á atkomuliga ferðavinnu.

Sí allar tíðindagreinar