MBF við á Nordic Forum on Disability 2017 í Stockholm
16. Oct. 2017

Í døgunum frá 16. til 18. oktober er MBF umboðað á ráðstevnuni “Nordic Forum on Disability 2017”, har orð verður sett á, hvørji viðurskifti hava týdning, tá ið hugsað verður um at seta ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek í verk. Saman við umboðum frá norðurlendsku meginfeløgunum eru umboð frá politisku skipanunum, frá gransking innan brekøkið og øðrum áhugapørtum.

 

Dagurin byrjaði við uppleggum, har dentur varð lagdur á, at innan brekøkið er neyðugt við vitan, ið byggir á gransking, sum kann víðka um almennu vitanina innan økið. Okkum tørva ítøkiligar ætlanir og visjónir, har gransking ikki verður hildið at vera luksus og ov dýr, men heldur sum ein týdningarmikil partur av menningini av brekøkinum. Víst varð á, at uttan vitan hevur aktivisma og virkið annars til frama fyri brekøkið ikki nóg stóra ávirkan og er ov viðbrekið í longdini.

 

Í dag fekk MBF møguleika at leggja nøkur av sjónarmiðum okkara fram. Her varð nortið við týdningin í, at føroyingar kenna innihaldið av ST sáttmálanum, so arbeitt kann vera málrættað til frama fyri grundleggjandi rættindunum, tey ið bera brek hava. Saman við bókini LUKKA varð víst á:

  • avbjóðingar í grein 9 um atkomu, at føroyingar, ið eru deyvir ella tunghoyrdir, ikki fáa fylgt við tíðindum ella sendingum í KvF
  • at eingin mannarættindastovnur er í Føroyum. Hetta er krav í grein 33 um “Innlendis ígildisetan og eftirlit”, har Føroyar skulu seta á stovn sjálvstøðuga/ar eind/ir, sum kunnu virka fyri, verja og hava eftirlit við, at ásetingarnar í ST sáttmálanum verða settar í gildi í innlendis lóggávu og
  • at Føroya Landsstýrið enn ikki hevur eina brekpolitiska heildarætla. 

Hetta eru viðurskifti, sum Føroyar Landsstýri fekk viðmerkingar um frá ST nevndini í 2014.

 

Gleðast kunnu vit um, at vit á nøkrum økjum eru við, og tó eiga vit at taka til okkum, at á brekøkinum eru avgjørdar avbjóðingar, sum Føroya Landsstýrið eigur, saman við MBF og øðrum viðkomandi pørtum, at arbeiða miðvíst og skipað við fyri og seta í verk, so vit betri kunnu liva upp til ásetingarnar í ST sáttmálanum. 

Sí allar tíðindagreinar