Hvussu skal MBF eita?
23. Oct. 2017

Í 1981 fekk meginfelagið navnið Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, og í 2015 varð navnið broytt til Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum. Nú hevur aðalfundurin avgjørt, at meginfelagið skal hava eitt nýtt navn.

Starvsnevndin fekk uppgávuna at arbeiða víðari við navninum og hevur nú
avgjørt, at navnakapping skal útskrivast.

 

MBF, Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum er eitt meginfelag við 24 limafeløgum.

 

Nýggja navnið skal:

- vera stutt og lætt at nýta

- lýsa virksemið hjá meginfelagnum

- vera eitt navn ongin annar nýtir

 

Øll kunnu vera við í kappingini, og uppskotini skulu latast inn í tveimum afturlatnum brævbjálvum. Annar brævbjálvin skal merkjast „Navnakapping“. Har skal uppskotið við nýggja navninum liggja saman við frágreiðing um, hví navnið er hóskandi. Hin brævbjálvin skal merkjast „Nýggja navnið og luttakari“. Her skal navnið liggja saman við navninum á luttakara.

 

Hetta verður gjørt, so starvsnevndin í tilgongdini sær uppskotið til nýtt navn og ikki navnið á luttakara.

 

Vinnarin av navnakappingini fær eina virðisløn áljóðandi kr. 15.000.

 

MBF vónar, at mong taka við avbjóðingini at finna nýtt navn til MBF.

 

MBF tilskilar sær rættin at velja annað uppskot enn eitt av teimum innkomnu uppskotunum.

 

Freistin at senda uppskot inn er 10. november 2017.

 

Uppskotini skulu sendast til:
MBF
Íslandsvegur 10c
100 Tórshavn

 

Lurta her eftir Góðan morgun Føroyar, har navnabroytingin varð umrødd: Lurta her

Sí allar tíðindagreinar