Teksting av sendingum viðgjørt í Tinginum
09. Nov. 2017

MBF fylgir áhugað málinum, sum í dag er ein av yvirskriftunum á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya. Har stendur, at í dag svaraði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, einum ófráboðaðum fyrispurningi frá Ruth Vang í Framsókn í tinginum. 

 

Víðari stendur, at Ruth Vang vísti á, at hóast kringvarpið hevur fingið betri fíggjarligar umstøður, koma ikki fleiri tekstaðar sendingar á sjónvarpsskíggjan.

 

- Sambært MBF hevur Kringvarpið grundgivið við, at eingin serstøk játtan er til teksting av sendingum, sigur Ruth Vang, sum spyr landsstýriskvinnuna í mentamálum, hvussu hon ætlar at loysa hendan trupulleikan, tí tað er eingin serstøk játtan á fíggjarlógini fyri 2018.

 

Eisini stendur at lesa, at Mentamálaráðið ynskir teksting á sendingum. Rigmor Dam segði, at fleiri túsund fólk í landinum hoyra ikki so væl, og tí hevur mentamálaráðið lagt dent á, at føroyskar sendingar skulu tekstast:

 

- Tað er ein skylda, sum áliggur Kringvarpinum. Eg eri púra samd við Ruth Vang, tá hon sigur, at Kringvarpið eisini hevur fingið víðari rásarúm fíggjarliga til at lyfta tær public service skyldur, sum Kringvarpið hevur. Soleiðis sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Hon leggur í sínum svari dent á, at tað eru mong tunghoyrd fólk í Føroyum, og at Mentamálaráðið hevur tikið atlit til hesi, tá tey gjørdu public service sáttmálan við Kringvarpið. 

 

- Tað eru lutsfalsliga nógv fólk, sum eru tunghoyrd, og tí eisini eru rakt av tí, at Kringvarpið ikki tekstar alla sendingar, sum tey gera á føroyskum. Tí var tað eitt ynski frá okkum at fáa inn í public service sáttmálan, at sendingar sum hava samfelagsligan stóran týdning skulu tekstast, so skjótt sum til ber. 

 

Hetta sigur Rigmor Dam, sum heldur, at tað ikki burdi verið neyðugt at mint á skyldurnar í sáttmálanum á tingsins røðarapalli. 

 

Les tíðindi í KvF 9. november 2017

 

Spennandi verður fyri okkum øll at fylgja gongdini.

Sí allar tíðindagreinar