Tíðindaskriv: Altjóða brekdagur 2017 við evninum Inklusjón og lívsgóðska
29. Nov. 2017

Foto: Christian Stæhr/Elsass Fonden. 

 

Altjóða brekdagur er sunnudagin 3. desember og bjóðar MBF føroyingum at hátíðarhalda dagin í Løkshøll frá kl. 14.30.

 

Endamálið við degnum er at varpa ljós á rættindi teirra, ið bera brek. Her verður hugsað um øll øki í samfelagnum, og harvið skal dagurin vera við til at økja um lívsgóðskuna og eisini almennu vitanina um, hvussu støðan er hjá fólki, ið bera brek.

 

Altjóða yvirskipaða evnið, sum ST árliga ásetir, er í ár Broyting, ið førir til eitt meiri burðardygt og mótstøðuført samfelag fyri øll.

 

Altjóða brekdagurin í Løkshøll byrjar kl. 14.30 við kaffi, og kl. 15.00 setir Tóra við Keldu, forkvinna, dagin. Síðani fara Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu- og innlendismálum, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, at hugleiða um inklusjón og lívsgóðsku frá einum politiskum sjónarhorni. Eftir góðan tónleik við Rakul Ró og Steintór Rasmussen fær danin Jacob Nossell orðið og heldur fram við sama evni um inklusjón og lívsgóðsku.

 

Jacob Nossell, sum hevur lisið journalistik, er fjølbroyttur sum persónur og hevur verið virkin á fleiri ymiskum pallum, og er kendur í Danmark fyri at tosa opið og erliga um lív sítt við spastiskum lammilsi, ið vanliga verður kallað CP fyri cerebral parese. Hetta ger hann serliga við ymiskum fyrilestrum, stuttfilmum og leikum, og hevur m.a. verið við í tiltøkum hjá Det Centrale Handicapråd, Grøn Koncert og Københavns Kommune.

 

I 2013 gjørdi Jacob Nossell saman við Thomas Skov eitt upplýsandi átak, sum teir kallaðu Det er ikke et handicap fyri Socialstyrelsen. Eisini var Jacob ein av høvuðspersónunum í viðurkenda dokumentarfilminum Naturens Uorden, sum fyrstu ferð varð sýndur í oktober 2015. Filmurin er nú vístur fleiri enn eina millión ferðir um allan heim.

 

Í 2016 varð eisini leikurin Human Afvikling sýndur á Det Kongelige Teater fyri fyrstu ferð. Hesin leikur hevur síðan tá fingið CPH Cultures Årets Særpris.

 

Jacob Nossell arbeiðir dagliga sum sjálvstøðugur ráðgevi, har hann ráðgevur ymiskum felagsskapum og feløgum á brekøkinum. Í 2010 fekk hann Spastikerforeningens Spastikerpris og í 2014 Vanførefondens Opmuntringspris.

 

Altjóða brekdagurin endar kl. 16.30 við at Ása Olsen, aðalskrivari, tekur samanum. 

 

Við vón um góða uppmøting til altjóða brekdagin 2017 verða øll hervið boðin til dagin, sum sjálvandi er ókeypis.

 

Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum

Sí allar tíðindagreinar