Væleydnaður altjóða brekdagur
04. Dec. 2017

Altjóða brekdagur 2017 var sunnudagin 3. desember hátíðarhildin í Løkshøll. 

 

Myndir frá degnum eru her.

 

Altjóða yvirskipaða evnið, sum ST árliga ásetir, er í ár Broyting, ið førir til eitt meiri burðardygt og mótstøðuført samfelag fyri øll. Út frá hesum hevði MBF valt at kalla dagin fyri Inklusjón og lívsgóðska. Endamálið við degnum er jú at varpa ljós á rættindi teirra, ið bera brek, og verður hugsað um øll øki í samfelagnum. Harvið skal dagurin vera við til at økja um lívsgóðskuna og eisini almennu vitanina um, hvussu støðan er hjá fólki, ið bera brek.

 

Dagurin byrjaði við, at Tóra við Keldu, forkvinna, setti dagin.

 

Síðani fingu Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu- og innlendismálum, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, orðið at hugleiða um inklusjón og lívsgóðsku frá einum politiskum sjónarhorni. Hesar hugleiðingar kunnu lesast her úti á heimasíðuni.

 

Rakul Ró og Steintór Rasmussen stóðu saman við Pætur við Keldu fyri tónleikinum, og sungu og spældu tey løg av nýggjari útgávu, sum hevur fingið heitið Sangskrínið. 

 

Síðani var tíðin komin til at geva dananum Jacob Nossell orðið. Hann hevði fyrilestur við saman heiti um inklusjón og lívsgóðsku.

 

Jacob Nossell, sum hevur lisið journalistik, er fjølbroyttur sum persónur og hevur verið virkin á fleiri ymiskum pallum, og er kendur í Danmark fyri at tosa opið og erliga um lív sítt við spastiskum lammilsi, ið vanliga verður kallað CP fyri cerebral parese. Hetta ger hann serliga við ymiskum fyrilestrum, stuttfilmum og leikum. 

 

Hetta vísti hann eisini í Løkshøll sunnudagin. Ein góður, øðrvísi, hugvekjandi, persónligur, eitt sindur provokerandi og stuttligur fyrilestur, har tey, sum vóru komin til tiltakið, óivað fingu okkurt at hugsa um. 

  

Altjóða brekdagurin endaði við, at Ása Olsen, aðalskrivari, tók saman um og takkaði fyri. 

 

MBF ynskir at takka øllum, sum tóku lut og gjørdu altjóða brekdag 2017 gjørligan.

Sí allar tíðindagreinar