Altjóða brekdagur 2017: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur orðið
04. Dec. 2017

Góðan dagin øll somul og hjartans tøkk fyri høvið at vera saman við tykkum øllum hendan hátíðardag, har vit fagna ymiskleikan, eins og vit skulu læra okkum at blíva enn betri at menna og seta orð á lívsgóðskuna. At leggja lív til árini, sum WHO orðar tað. Tí tað er eitt heimsmál at arbeiða við.

 

“Tú skuldi langt síðani verið sendur niður!”

 

Óspilta spælið hjá óvitunum er ikki longur sakleyst. Nú bleiv tað óreint. Jóannes sat ræðslusligin uppi á neystatakinum. Hini børnini peikaðu, róptu og flentu, tá orðini fullu:

 

“Tú skuldi langt síðani verið sendur niður!”

 

Jóannes var ikki sum hini. Hann hevði tað, ið vit í dag rópa Downs syndrom. Børnini høvdu lyft hann upp á tekjuna og hildu hann fyri spott. Orsøkin var, at hann var ikki sum tey.

 

Orðini áttu tey ikki sjálvi. Orðini áttu foreldrini.

 

Í 1970 var tað framvegis so, at føroyska samfelagið ikki rúmaði okkara børnum, sum høvdu menningartarn. Søgan um Jóannes er als einki eindømi, men bert ein frásøgn av mongum frá einum døkkum tíðarskeiði í søguni hjá føroyska samfelagnum. Søgan hevur júst staðið í danska blaðnum LEV, skrivað av Ennu Garðshorn. Eg taki søguna við í virðing fyri Jóanisi og øllum við somu lagnu. Vit eisini kenna henda part av okkara søgu.

 

Í mínum hugaheimi er hetta ein myrkur blettur av okkara søgu. Doris Hansen lýsir eisini í sínum vælaverki, “Søgan um hini”, hvussu almennu Føroyar arbeiddi tey árini og júst heitið á bókini, “Søgan um hini”, sigur nakað um okkara hugburð - hini. Tí í veruleikanum er hetta søgan um okkum.

 

Evnið á hesari stevnu í dag, nú vit hátíðarhalda Altjóða brekdagin í Løkshøll, er inklusjón og lívsgóðska. At vit heilt fram til 1973 sendu børn av landinum, tí samfelagið í berari ómegd ikki hevði tilboðini klár í Føroyum, var tað øvugta av inklusjón.

 

At vera sendur burtur frá øllum, ið var kent, burtur frá familju og úr heimliga umhvørvinum, var ikki inklusjón. Men hetta var fyri manga familju tann einasti møguleikin.

 

Vit upplivdu tað eisini í nærumhvørvinum. Nakrir av okkara spælikammeratum fluttu úr økinum. Ikki av landinum, men úr bygdini.

 

Men bøtti tað um lívsgóðskuna, kunnu vit spyrja? Hvør fekk tað betri?

 

Longu sum trý ára gamalur fekk Jóannes boðini at fara til Danmarkar á stovn. Har vildi hann fáa eitt betri lív, varð sagt. Men foreldrini mutaðu ímóti. Tey hildu, at tað var alt ov tíðliga. Hann hoyrdi til her heima.

 

Og í fleiri ár hevði Jóannes eitt gott lív heima hjá familjuni í lítlu bygdini.

 

Men alt broyttist, og so við og við tók happingin yvir, og Jóannes varð útihýstur. Endin varð, at foreldrini tóku av einasta tilboðnum um hjálp, sum tá var, nevniliga at senda Jóannes av landinum á stovn.

 

Komandi vár hátíðarhalda vit, at tað er 45 ár síðani vit byrjaðu at taka okkara børn heimaftur til Føroyar, og Jóannes var ein teirra, sum tá slapp heim. Deild 5, sum tað kallaðist, lat upp fyri børnum og ungum undir 18 ár. Seinni lat eisini Eiragarður upp. Tá byrjaði føroyska psykiatriin eisini at taka skap.

 

Føroyingar vóru vorðnir rúmligari. Tey gloymdu vóru ikki longur eins gloymd. Í 75 ár megnaðu hvørki føroyskir ella danskir myndugleikar at skipa neyðugu tilboðini í Føroyum. Tað gjørdi nakað við okkara samfelag, at tey, ið ikki vóru sum vit, ikki sóust í samfelagnum. Ude af øje - ude af sind!

 

Tað gjørdi okkum meira snævurskygd, minni tolsom, og eftir mínum tykki nógv, nógv fátækari sum menniskju.

 

Tá ið eg tók við starvinum, høvdu vit enn fólk, sum høvdu búð í áratíggju á psykiatriska deplinum. Hesi menniskju hava nú tíbetur fingið varandi bústað uttanfyri sjúkrahúsverkið. Men eg kann ikki lata vera við at spyrja meg sjálva, hví skuldi tað ganga so nógv ár at koma hartil.

 

Hans Andreas Djurhuus lýsir væl í yrkingini “Tey standa og vagga og tráa”, hvussu øksini á markini ilskast inn á eitt teirra, sum er øðrvísi.

 

“Men dáin stendur í iva, tí hann hevur ymisan lit; eg havi væl loyvi at liva her líka so væl sum tit”.

 

Hetta er júst kjarnin í málinum, og tað sum skal vera okkara vegvísari gjøgnum alt, vit takast við.

 

Í øllum, sum vit arbeiða við, eiga vit at hugsa javnbjóðis møguleikar fyri øll, líka mikið, hvat annars skilur okkum. Tað, at vit øll eru menniskju, savnar okkum og tað, at vit hvør sær hava ómissandi virði, bara við at vera til. Tað snýr seg um menniskjaáskoðan og etik. Og tað snýr seg um næstakærleika og ikki minst um ein inkluderandi hugburð.

 

Eg skal viðganga, at eg altíð havi havt tað eitt sindur ambivalent við orðinum inklusjón. Bara tað, at vit skulu hava eitt orð fyri hesum og skulu arbeiða við tí, merkir tað í grundini ikki bara, at hetta hava vit ikki -. Og tá ið vit tosa um skúla fyri øll, at inklusjón er málið, kann tað so hanga saman við, at man treyðugt vil gera serlig skúlatilboð, og orðið tí kann fjala útyvir tað, sum man kundi sagt var sparingar. Eg veit ikki -. Hinvegin so haldi eg viðhvørt, at vit eru mest inkluderandi samfelag í heiminum.

 

Kann siga tykkum, at eg fyrst í 90-unum var hálvt ár á Sct. Hans og arbeiddi í sambandi við lesnaðin. Tá minnist eg, at eg hugsaði, at hví í allari víðu verð eru øll hesi fólkini innløgd her. Eg kenni hópin av fólki, sum eru júst sum hesi, og tey liva millum okkum í Vági uttan nakað roks. Soleiðis eru vit so ymisk. Og í Føroyum hava vit ikki tikið til okkum ymiskar kanningar, sum longu í móðurlívið kunnu avgera, hvør fær rætt til lívið. Mentanin er, at man tekur øll til sín.

 

Á hinari síðuni síggja vit ein øktan tørv at seta diagnosur á fólk. Hetta er sjálvsagt í nøkrum føri neyðugt, men vit skulu vera á varðhaldi, so diagnosan ikki skuggar fyri menniskjanum. Eitt fitt dømi var eitt kvøldi eg sá eina útlendska sending við tveimum tannáringa gentum. Verturin var áhugaður í teirra gerandisdegi og lívið. So spurdi hann tær um, hvussu hann skuldi kalla tær. Tað høvdu báðar Down syndrom. Hann spurdi, skal eg siga down syndrom ella bara kalla tykkum fyri mongolar, hvat vilja tit helst? Nei, nei var onnur kvik at svara, tú skalt bara brúka navnið á okkum. Hetta er lívsvísdómur á hægsta støði.

 

Tá ið vit tosað um inklusjón, er umráðandi at hugsa í breiðastu merking. Líka frá vøggustovu, til arbeiðsmarknað til frítíðarlív, til innrætting av samfelagnum, til ymisku livskorini vit hava, til íbúðarbygging o.s.fr.
Felags fyri øll menniskju er at vit hava tørv á at kenna okkum viðurkend og til nyttu í samfelagnum. Og at vit eru opin fyri at øll hava vit nakað at geva av.

 

Eitt ítøkiligt dømi um inklusjón, sum eg arbeiði við beint nú, er nýbyggingin av Landssjúkarhúsinum. Har verður psykiatriin inkluderað í restina av byggjarínum. Slut við at leggja tað uttanfyri tað heila og at leggja tað til viks. Tað verður framyvir partur av samlaða heilsuverkinum. Eitt sjúkrahús fyri øll. Tað sama síggja vit í nýggja bústaðarpolitikkinum, har ynski um at vera integreraður partur í vanligar íbúðarbygging er stórt og er sett á skrá.

 

Tað ringasta, sum kann henda í einum samfelag er, at samhoyringsmegin verður burtur. At felagsskapskenslan viknar, og vit byrja at tosa um okkum sum vit og tit. Tað er onki vit og tit, tað finst bara eitt vit. Tí skulu vit eisini vera varin í øðrum samanhangi at tosa spjaðandi, tí tað smittar og skapar gjáir millum fólk, sum ikki mennir okkum, og sum ikki skapa vón um trygga framtíð.

 

Kanadiski yrkjarin Leonard Cohen tekur soleiðis til í yrkingini Anthem: “There is a crack in everything, that’s how the lights get in”.

 

Hetta er ein vøkur og sigandi ímynd av vakurleikanum í tí ófullkomna. At tað er í ymiskleikanum, at vit læra mest um onnur og um okkum sjálvi. Um, at vit ikki bara skulu hugsavna okkum um okkum sjálvi og okkara egnu hugmynd av, hvat er rætt og hvat er skeivt, men heldur fevna tað, sum er øðrvísi og ókent.

 

Bert soleiðis menna vit okkum. Eingin okkara er fullkomin – langt frá tí. Øll eiga sínar rivur. Tað er ígjøgnum tær, at ljósið kemur inn, og við ljósinum kemur vónin. Og ljósið vinnur altíð á myrkrinum.

 

Fyri at skapa vón, kunnu vit øll leggja okkum eftir at síggja tað heila menniskjað. Ikki bert brekið, ikki bert hvat vit ikki kunnu, ikki bert avmarkaðan part av livinum, men heildina. Síggja styrkirnar, møguleikarnar, gleðirnar, dygdirnar, lívsgóðskuna, ressourcirnar, og at vit fáa tær góðu søgurnar sagdar. Ja, stutt sagt, eins og í søguni um “Tann lítla prinsin” skulu vit læra okkum at síggja við hjartanum. Lítli prinsurin segði tað greitt. Tað týdmingarmesta er ósjónligt fyri eygað, tað er bara vit hjartanum, vit síggja til fulnar.

 

Fara vit at megna tað, verða vit meira inkluderandi, og tá fáa vit bøtt enn meira um lívsgóðskuna.

 

Takk !

Sí allar tíðindagreinar